Bretland hevur fingið nýggja stjórn og forsætisráðharra. Tað er Andy Burnham, sum mánadagin kunngjørdi nýggju stjórnina eftir, at Keir Starmer legði frá sær. Ein av broytingunum er, at nógv umrøddi og av bretskari orkuvinnu annars illa lýddi orkuráðharrin Ed Miliband er farin úr sessinum sum orkuráðharri til at gerast uttanríkisráðharri. Tað er Miliband, sum hevur staðið á odda fyri at steðga nýggjari oljuleiting og annars sett forðingar fyri nýggjum olju- og gassvirksemi í m.a. Norðsjónum. Nú verður upp til eftirkvinnuna í hesum týðandi starvi, Miatta Fahnbulleh, at mynda orkupolitikkin.
Risastóra framleiðsluskipið Petrojarl Rosebank liggur nú eystan fyri Føroyar og riggar til komandi fyrstu oljuframleiðsluna í økinum. Tað bíðar eftir endaligu avgerðini hjá nýggju bretsku stjórnini at kunna fara undir framleiðslu longu í hesum árinum.
Hóast samstarv og samhandil milllum Føroyar og Bretland enn er avmarkað, so er greitt, at á fleiri økjum ynskja føroyingar eitt størri og betri samstarv við bretska grannan. Eitt teirra er á orkuøkinum, nú olja og gass eru funnin í stórum nøgdum nærhendis føroysk-bretska markið. Stórar útbyggingar standa fyri framman eystan fyri Føroyar, og nú er upp til nýggju bretsku stjórnina at taka endaliga avgerð um hesar útbyggingar. Slík avgerð kann fáa stóran týdning fyri oljuvirksemi í og við Føroyar eisini í framtíðini.
Tað stendur longu greitt, at nýggi forsætisráðharrin ætlar at standa við vallyftini hjá Labour flokkinum undan seinasta vali um at skerja og minka um útlátið fram til 2050 og at banna nýggjari leiting.
Andy Burnham, forsætisraðharri í Bretlandi, fer at hava ovastu ábyrgdina av komandi orkupolitikkinum. Hann sigst vera meira pragmatiskur og vælviljaður móti ídnaðinum í lokalsamfeløgunum enn nýliga setti orkuráðharrin.
Hann er tó ikki so avgjørdur sum fráfarandi orkuráðharrin men ynskir eftir øllum at døma at loyva feløgum, sum hava fingið tillutað leiti- og framleiðsluloyvi at kunna halda fram við sínum arbeiði. Tað vil so merkja, at tær báðar stóru olju- og gasskeldurnar Rosebank við føroyska markið og Jackdaw í Norðsjónum helst sleppa at halda fram við sínum virksemi.
Forsætisráðharrin, sum ikki ynskir at venda vallyftunum bakið, er kortini pragmatiskur av lyndi og ætlar sambært keldum at loyva olju- og gassvirksemi í avmarkaðan mun tvs. at hann tekur undir við, at olja og gass framvegis fer at hava stóran týdning fyri Bretland og at hesi fara at vera partur av orkumiksinum í mong ár aftrat. Tað staðfesta hansara næstu ráðgevar og ráðharrar í stjórnini sambært fleiri miðlum.
Nýggjur orkuráðharri og nýggja kósin
Stóri spurningurin er tó, hvørja kós nýggi orkuráðharrin, Miatta Fahnbulleh, sum bæði umsitur olju- og gassvirksemi, varandi orku og orkutrygd eins og málið um “Net Zero” fer at seta.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/07/22/gallery-thumbnail/1784731588loa3mgknv5.webp)
Miatta Fahnbulleh, sum nú er sett á stjórna orkuøkinum í nýggju stjórnini hevur havt tætt samarbeiði við fráfarandi ráðharran Ed Miliband og er á fleiri økjum farin enn longur, tá talan er um at røkka Null-útlátsmálinum uppaftur fyrr enn í 2050.
Hon hevur áður úttalað seg sera krittiskt móti olju- og gassvirksemi, sum hon hevur skýrt størstu forðingina fyri eini grønari orkuskipan. Nú skal hon so umsita eitt sera eymt og trupult málsøki, sum nógv rumbul hevur verið um, síðani Labour kom aftur til valdið. Hetta um sama mundið sum nýggi forsætisráðharrin og arbeiðsgevi hennara, Andy Burnham hevur gjørt greitt, at hansara politikkur verður at stuðla lokalum bygda- og býarsamfeløgum og vinnuni á staðnum. Hetta verður lagt út sum, at hann fer ikki at gera støðuna hjá eitt nú oljuvinnuni í økjum sum Aberdeen uppaftur truplari.
Tað er eisini greitt, at nýggja ráðharrakvinnan fær ein torføra uppgávu, um hon ynskir at fullføra linjuna hjá undanmanninum, tí í nógvum førum verður hon noydd til at samstarva við aðrar ráðharrar í stjórnini eisini, har fleiri eru sera hugaðir fyri at stuðla olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
Dømi er nýggi verjumálaráðharrin, sum hevur úttalað, at oljuvinnan eigur at fáa tær neyðugu sømdirnar, tí Bretland skal heldur stuðla egnari framleiðslu enn at vera bundin at innflutningi. Hetta er sami boðskapur, sum stóru vinnufeløgini og fakfeløgini herfyri sendu til allar tinglimirnar í Labour.
Stjórin í størsta vinnufelagnum Offshore Energies UK, David Whitehouse hevur longu sent heilsan til nýggja orkuráðharran við vón um, at hon fer at tryggja framhaldandi bretskari olju- og gassframleiðslu heldur enn innflutningi.
Tað stendur tí helst greitt, at forsætisráðharrin heldur fer at fylgja eini pragmatiskari kós, har hann fer at loyva útbyggingum og boringum, sum longu hava fingið tillutað loyvi, at varðveita og troyta hesi. Tað meta eygleiðarar vera mest sannlíkt, og at nýggi orkuráðharrin tí eisini fer at vera noydd til at velja eina líknandi millumloysn, har bannið móti nýggjari leiting stendur við, men har loyvi, sum eru latin, sleppa at halda fram at virka. Og at hetta fer at merkja, at tær báðar umstríddu keldurnar Rosebank og Jackdaw sleppa at halda fram.
Mótmælisfólk heita á nýggja orkuráðharran at steðga Rosebank útbygging við Føroyar. Mynd Reuters.
Longu nú eru tó mótmælisgongur uttanfyri skrivstovuna hjá nýggja orkuráðharranum. Hesar krevja, at umrøddu keldur ikki skulu fáa grønt ljós.
Almenni myndugleikin í Bretlandi, sum skal lata loyvi til olju- og gassútbyggingar, hevur annars nýliga gjørt greitt, at útbyggingarnar av teimum báðum orkukeldunum Rosebank og Jackdaw nú eru til almenna hoyring. Fyri Jackdaw er henda fram til 10. august og fyri Rosebank til 17. august. Eftir tað skal so stjórnin taka støðu til málið.
Keldur: Energy Voice, Financial Times, Reuters, BBC og Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald