Nógv hevur verið gitt undan fundinum í Opec felagsskapinum í dag. Eygleiðarar halda, at tað er ikki ómøguligt, at Opec fer at lækka framleiðsluna enn einaferð.
Hetta verður gjørt fyri at skunda undir eina hækking av oljuprísinum, sum er lækkaður í seinastuni. Tað ljóðar, at oddalondini í felagsskapinum Saudi Arabia og Russland eru ósamd um, hvat er rættast at gera. Í apríl varð avgjørt at lækka framleiðsluna, og úrslitið gjørdist, at prísurin hækkaði. Síðani er hann lækkaður munandi, og tí vilja fleiri lond í Opec lækka framleiðsluna enn einaferð.
Fleiri Opec lond eru ónøgd við, at Russland ikki heldur gjørdar avtalur um lækking av framleiðsluni, sum stríðir beinleiðis ímóti royndunum hjá Saudi Arabia at kunna ávirka oljuprísin, soleiðis at hann verður á einum støði uppá 81 dollarar fyri tunnuna. Tað er “breakeven” hjá Saudi Arabi tvs. at ein oljuprísur niðanfyri 81 dollarar merkir, at landið framleiðir við undirskoti skrivar heimasíðan Oilprice.
Umboð fyri Saudi Arabia hava tí víst á sína stóru ónøgd við framferðina hjá Russlandi og hava heitt á Russland um at halda avtaluna um eina lækking uppá 500.000 tunnur um dagin fram til ársenda. Hetta veit The Wall Streat Journal at siga frá.
Hóast hetta vil Russland vera við, at tað heldur avtaluna, men eygleiðarar eru ikki vísir í, at hetta er rætt. Russland hevur samtíðis gjørt av ikki at kunngera tølini fyri sína framleiðslu. Nú vísa tøl yvir flutning við tangaskipum, tann sonevndi svarti flotin (Dark fleet), at russisku veitingarnar til altjóða marknaðin vaksa serstakliga í Asia, til bæði Kina og India.
Við at koyra bíligari olju á marknaðin, har Saudi Arabia áður hevur verið høvuðsveitari, er Russland nú vorðið størsti veitarin av olju og gassi til Kina og India og selur meira enn bæði Saudi Arabia og Irak tilsamans.
Altjóða orkustovnurin IEA sigur, at Russland higartil ikki hevur hildið avtaluna, sum varð gjørd í Opec um ein framleiðslulækking uppá 500.000 tunnur um dagin. Russland er entá í ferð við at sannføra onnur lond í Opec um ikki at broyta framleiðsluna, tí landið er nøgt við verandi oljuprís, sum liggur um 75 dollarar fyri tunnuna í løtuni. Í farnu viku segði russiski forsetin Vladimir Putin, at oljuprísurin nú hevði rokkið eitt fíggjarliga rætt støði.
Men Saudi Arabia tørvar ein prís omanfyri 80 dollarar fyri at framleiðslan ikki skal geva undirskot.
Búskaparráðgevar hava greitt leiðsluni í kongadøminum frá, at landið tørvar ein høgan oljuprís næstu fimm árini, um stóru menningarætlaninar skulu gerast veruleiki.
Eygleiðarar siga, at um Saudi Arabia gevur eftir yvirfyri Russlandi í hesum álvarsliga máli, kann henda, at prísurin fer at lækka enn meira, og at álitið á Opec fer at lækka enn meira skrivar Oilprice.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald