“Hetta er sannlíkt ein av okkara best eydnaðu messum higartil. Vit koma heimaftur við ítøkiligum fyrispurningum frá verandi samstarvsfeløgum, eins og at nýggjar fyritøkur ynskja nærri samband í næstum”, siga Anja Jacobsen og Richard Mortensen, sum luttóku vegna PAM Offshore Service á stóru oljumessuni í Stavanger í farnu viku. Anja Jacobsen er dagligur leiðari á PAM Offshore Service, og Richard Mortensen er sølu- og marknaðarleiðari á PAM og MEST samtakinum.
Niðurstøðan hjá teimum er, at nú er verulig vend komin í og betri tíðir á veg. Oljuvinnan er á veg uppaftur í Noregi og øðrum londum. Virkisøkið hjá PAM er at útvega starvsfólk til on- og offshore vinnuna og er eftirspurningurin sera stórur eftir góðari arbeiðsmegi. Serliga eftir norðurlendskum handverkarum, sum kunnu standa seg í norsku mentanini og serliga kunnu klára seg á norðurlendskum/norskum máli.
PAM tørv á meiri fólki fyrst í komandi ári
Hóast Oljuvinnufelagið og føroyskir myndugleikar valdu ikki at luttaka á ONS, tók PAM Offshore Service avgerð um at fara á ráðstevnuna, eins og tey eru von. Hetta er ikki nakað tey angra, tvørturímóti.
“Ein slík ráðstevna gevur veruliga dirvi og hug at herja á og víðka um okkara starvsøki. Í mun til tørvin kunnu vit selja munandi meiri av føroyskari arbeiðsmegi – ja, so nógv sum møguligt er at fáa fatur á – serliga hinumegin ársskiftið”.
Talan er um, at ein av verandi kundum fer í gongd við eina stóra verkætlan í komandi ári og ein annar kundi, sum ikki hevur verið so stórur, veruliga tekur dik á seg í næstum.
Tey á PAM fingu nógvar spurningar og viðmerkingar í Noregi um, hví Føroyar og føroyskir myndugleikar ikki hava egnan bás og tiltøk longur – eins og siðvenja hevur verið seinastu mongu árini. Hetta var nakað tey saknaðu.
PAM Offshore Service er eitt dótturfelag í MEST samtakinum. Hetta hevur verið ein fyrimunur í samskiftinum við altjóða fyritøkur – hetta at talan er um eina fyritøku, sum hevur grundarstøði í eini framfúsnari framleiðslufyritøku við 300 starvsfólkum og hetta at hava skipaði viðurskifti. PAM er eitt nú ISO 9001-2015 góðkend umframt at hava aðrar viðkomandi góðkenningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald