Mintra er eitt kent felag, sum millum annað veitir elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tað er serstakliga í Norra og Onglandi, at felagið er virkið, men tað hevur eisini skrivstovur aðrastaðni. Tað eru yvir 4000 altjóða feløg, sum brúka tænastuna frá Mintra.
Tað er altjóða grunnurin Riverside, sum var tann størsti eigarin av Mintra, ið nú hevur selt sín part til Tjaldur og Ferd. Ferd er ein av størstu familjufyritøkunum í Norra og rekur feløg innan fleiri vinnur. Millum annað eigur Ferd feløgini Aibel og Interwell, sum fleiri føroyingar kenna frá orkuvinnuni.
Í børsfráboðanini stendur, at Tjaldur og Ferd ætla at taka ein virknan lut í felagnum og menna felagið enn meira saman við leiðsluni í Mintra.
Nú Tjaldur og Ferd verða størstu eigarar, koma tey eisini at útnevna nýggjar nevndarlimir til Mintra, stendur í børsfráboðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald