
Hon skuldi skriva evropeiska rúmdarsøgu, tá hon var skotin út í morgun frá norsku oynni Andøya. Tað skuldi tó ikki ganga sum ætlað, tí stutt eftir útbskjótingina gekk okkurt galið, og tann 50 tons tunga rakettin datt niður og sprongdist.
Uppskjótingin skuldi vera ein byrjan til seinni at senda út fylgisveinar í umferð um jørðina og skuldi vera tann fyrsta av sínum slag í Evropa.
Nú verður so kannað, hvat gekk galið og hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri verkætlanina hjá “Andøya Space Port” sum tann fyrsta í Evropa at senda upp fylgisveinar.
Í Hetlandi fylgdu tey væl við útskjótiningini, tí eisini har royna tey at rudda slóð fyri líknandi útskjótingum. Ein royndarútskjóting frá SaxaVord Space Port í fjør miseydnaðist. Eitt føroyskt ferðalag, sum vitjaði rúmdarhavnina á Unst í Hetlandi fyri góðari viku síðani, fekk at vita, at næsta útskjótingin er sett til í heyst. Tey royna sum vera man at vera fyrsta rúmdarhavnin í Evropa, sum kann taka upp kappingina við eitt nú USA.
Tað kemur ikki heilt óvæntað, at tær fyrstu útskjótingarnar miseydnast, tí hetta hendir í 80% av førunum.
Tað var týska fyritøkan Isar Aerospace, sum stóð fyri uppskjótingini av “Spectrum” rakettini við stuðuli frá Andøya Spaceport.
Russland, USA, India og Kina hava longu sum tey einastu ment tøknina til at skjóta út fylgisveinar í rúmdina.
Tað er ikki minst spenta geopolitiska støðan í heiminum og her ikki minst í Evropa, sum ger, at uppskjóting av fylgisveinum hevur fingið so stóra raðfesting í fleiri evripeiskum londum. Og tí er umráðandi at kunna finna hóskandi øki, sum liggur langt frá búsetingum, til rúmdarhavn, og her kappast so í løtuni tær báðar oyggjarnar Andøya í Noregi og Unst í Hetlandi.
Føroyska ferðalagið, sum vitjaði í Hetlandi herfyri, har tey sóu nýggju rúmdarhavnina SaxaVord Space Port á Unst - kappingarneytan hjá Andøya Spaceport í Noregi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald