Uttanlands

Ríki heimurin má stuðla menningarlondum

-í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingunum segði Antonio Guterres á COP26 í morgun

2021-11-01 16:14 Author image
Jan Müller
placeholder

-Skulu vit megna at vinna á veðurlagsbroytingunum, so má ríkari parturin av heiminum rinda 100 mia. dollarar um árið í 10 ár til menningarlond til tess at hjálpa teimum at steðga veðurlagsbroytingunum. Hetta segði ST aðalstjórinm Antonio Guterres, tá hann setti COP26 veðurlagsstevnuna í Glasgow mánamorgun.

Hann minti heimsins lond á, hvat tey samtyktu í París í 2015, nevniliga at stuðla fátækara partinum av heiminum til tess at fremja broytingar, sum kunnu minka um CO2 útlátið. Tað hevur alt at siga, at henda ætlan verður framd skulu heimsis menningarlond hava álit á okkum segði Guterres.

Hann rósti Kanada og Týskalandi fyri tað arbeiði tey hava gjørt á hesum øki longu. Tað er fyrsta stig, men fleiri mugu traðka til og játta pening hvørt ár. Guterres nevndi eisini Kovid 19, sum somuleiðis herjar fátæku londini og tí mugu fáa eina hjálpandi hond. Eisini oyggjalond, sum verða fyrst rakt av veðurlagsbroytingunum, eiga at fáa hjálp.

ST-aðalskrivarin gjørdi greitt í síni røðu í Glasgow, at veðurlagskreppan er tað málið, sum flest fólk í heiminum í dag, geva gætur og raðfesta ovast, hvat framtíðini viðvíkur.

-Vit mugu lurta, vit mugu handla og vit mugu velja vísiliga. Vegna hesar sannroyndir  og framtíðar ættarliðum, heiti eg á tykkum: veljið ambitiónir, veljið solidaritet, veljið at verja okkara framtíð og bjarga mannaættini, segði Antonio Guterres, ST-aðalskrivari.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder