Tað skriva altjóða miðlar. Fundið er so mikið stórt, at tað kann koma at vera ein møgulig bjarging fyri Evropa, sum tørvar gass komandi árini, nú gassið úr Russlandi helst gerst søga.
Orkuráðharrin á Kýpros sigur, at gasskeldan er so mikið stór, at hon kann vera við til at loysa evropeisku gasskreppuna. Fundið er uppá 70 mia. kubikkmdtrar av gassi. Í løtuni royna myndugleikarnir og oljufeløgini at finna ta bestu loysnina fyri at útvinna gassið.
Gasskeldan er 165 kilometrar frá suðurvestur síðuni av oynni. Tað fer at taka tíð at byggja kelduna út til framleiðslu, men uppá sikt kann hon vera við til at gera Evropa óheft at russiskum gassi. ES er í løtuni longu í samráðingum við kýpriotisku stjórnina um eitt framtíðar gassamstarv, nú ES hevur sett sær sum mál at vera óheft at russiskum gassi.
Eystari partur av Meðalhavinum vísir seg at goyma stórar nøgdir av gassi. Eitt nú var stórt gassfund gjørt út fyri ísraelsku strondina nøkur ár herfyri. So mikið stórt var tað, at Ísrael er vorðið sjálvsveitandi við gassi og útflytir harumframt stórar nøgdir til Egyptalands.
Um somu tíð sum ljós verður varpað á stóru gassmøguleikarnar í Meðalhavinum strongja lond í Evropa á at fáa oljufeløg at leita eftir og útvinna meira gass í Norðsjónum og í økinum vestan fyri Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald