
Hetta kemur fram í nýggjari frágreiðing um orkustøðuna í Evropa í øðrum ársfjórðingini skrivar norski miðilin E24. Víst verður á, at Evropa hevði metframleiðslu frá sólorku um somu tíð sum framleiðslan av orku frá koli og brúnkoli varð metlág. Gassprísirnir í Evropa fara upp og niður. Eisini vísir frágreiðingin, at streymloysið í Spania og Portugal fyrr í ár stavaði frá trupulleika at regulera spenningin.
Frágreiðingin vísir á, at streymprísirnir og orkustøðan hava skapt nógv orðaskifti seinastu árini, serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina og steðginum í russiskum gassi til Evropa.
Evropa byggir út sól- og vindorkuna fyri at gerast meira sjálvstøðugt við orku, og fleiri lond hava ætlaninir um at útbyggja kjarnorkuna. Samtíðis kunnu tað vera stórar avbjóðingar við kjarnorku. Rivur í fronsku kjarnorkuverkunum gera ikki støðuna betri. Slíkar rivur í kjarnorkuverkum í 2022 gjørdu, at orkuframleiðslan var tann lægsta í 33 ár fyri tó síðani at koma fyri seg aftur. Í 2025 vórðu tvær rivur funnar í fronskum kjarnorkuverki, og varð ótti fyri eini endurtøku av støðuni í 2022.
Enn ein trupulleiki við kjarnorkuverkum er tann, at nógvi hitin ger, at kjarnorkuverk mugu stongja eitt skifti.
Í frágreiðingini verður býtið av orkuframleiðslu í Evropa lýst. Frá fossilari orku er framleiðslan 21%, frá kjarnorku 23% og frá verandi orku og burturkastbrenning 56%.
Montel, sum hevur gjørt frágreiðingina, væntar, at geopolitikkurin fer at hava týðandi ávirkan á evropeisku gass- og orkuprísirnar í triðja ársfjórðingi. Prísirnir kunnu vaksa, tá Evropa roynir at tryggja sær skipalastir við flótandi náttúrgassi, LNG og fylla upp gassgoymslurnar innan veturin.
Eisini vatngoymslurnar kunnu fáa ávirkan á orkuprísirnir vísir frágreiðingin. Hóast Norðurlond hava ríkiligt við vatni, so kann vatnmanglul ávirka prísirnar. Ma. kann lækkandi vatntilflutningur skapa trupulleikar fyri kolaflutning á Rhínánni og harvið ávirka týsk kolaorkuverk, sum eru týðandi partur av týsku orkuskipanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald