Talan er um eitt kanningarbeiði, sum fjølmiðlar í Finlandi, Svøríki, Danmark og Norra hava staðið fyri og kunngjørt. Í havinum rundan um øll hesi londini hava russisk skip í fleiri ár gjørt kanningar av sonevndum krittiskum infrastrukturi, sum m.a. umfatar samskiftiskaðalar eins og vindmyllur til havs og olju- og gassleiðir. Talan er um fiskiskip, sum reka njósnaravirksemi fyri russisku stjórnina.
Eftir ætlan verða uppdagingarnar kunngjørdar í DR, NRK, SVT og Yle. Ì dokumentasendingini verður serliga eitt russiskt skip eygleitt, Admiral Vladimirsky.Hóast tað av eigaranum verður kallað eitt kanningarskip, ið ger kanningar av høvunum, so vísir sjónvarpssendingin, at skipið í veruleikanum er eitt njósnaraskip.
Miðlarnir hava brúkt ein serfrøðing frá Royal Navy at fylgja skipunum og teirra sigling aftur og fram, har týðandi undirstøðukervi finst. Skipini hava so eisini slókt sendararnar tá tey hava verið til arbeiðis og tá tey eru vitjað av tíðindafólki hava fólk við maskum og riflum tikið ímóti teimum.
Seinastu dagarnar hava hesi tíðindi eisini vakt ans millum føroyskar politikarar og myndugleikar, nú tað skilst, at millum mongu russisku fiskiskipini í Føroyum í løtuni, eisini eru skip, sum eru undir illgruna fyri njósning í m.a. norskum øki.
Keldur: The Guardian, Times, standard.com, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald