Uttanlands

Russiska Gazprom ávarar Vesturheimin

Verður prísloft sett á russiskt gass hóttir russiski gassrisin at steðga øllum gassveitingum til Evropa

2022-10-24 09:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Russland fer ikki at góðkenna eitt prísloft á gassi, sum verður útflutt til Evropa, um ES samtykkir slíkt.

Verður prísloft sett á russiskt gass hóttir russiski gassrisin at steðga øllum gassveitingum til Evropa. Hetta sigur stjórin í Gazprome, Alexei Miller, nú ES londini í eina tíð hava umrøtt møguleikan fyri at áseta eitt prísloft á gass, her serstakliga gass úr Russlandi. Enn er tó ikki semja í ES um slíkt prísloft, og tí er framvegis óvist, um tað verður til nakað.

Við russisku sjónvarpsrásina Rossiya24 sigur Miller, at eitt prísloft verður mett sum eitt sáttmálabrot, sum gevur felagnum heimild til at steðga gassveitingum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder