Uttanlands

Russiskur sleipibátur á olju- og gassleiðum við Hetland vekir ótta

Seinastu dagarnar hevur ein russiskur sleipibátur havt kós móti gassleiðingum og oljupallum vestan og eystan fyri Hetland

2023-03-31 07:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um 98 metur langa Nikolay Chiker, sum hevur siglt aftur og fram á nøkrum av teimum størstu olju- og gassleiðunum í økinum nærhendis Hetlandi. 

[object Object]

Alistair Carmichael tók í gjár málið um russiska sleipibátin upp í parlamentinum í London. Hann vildi vita, um stjórnin tekur orkutrygdina í nóg stórum álvara og vísti til fremmanda russiska skipið á oljuleiðunum við Hetland. 

Hendingarnar hava fingið tingmannin fyri skotsku oyggjarnar, Alistair Camichael at taka málið upp í spurnartímanum í bretska parlamentinum í London. Har spurdi hann ráðharran fyri orkutrygdini í Bretlandi, hvat stjórnin ger fyri at verja týðandi orkuundirstøðukervi. Hann sipaði við hesum til russiska sleipibátin, sum er sæddur sigla aftur og fram, har olju- og gassleiðingar flyta olju og gass frá týdningarmiklu leiðunum vestan og eystan fyri Hetland til Sullom Voe terminalin og gassverksmiðjuna har. 

[object Object]

-Hvat ger stjórnin til tess at verja grundleggjandi veitarar av orku. Her er talan um ein russiskan sleipibát, sum er skrásettur sum handilsskip, men vit vita frá royndum, at russiski herurin oftani brúkar júst handilsskip sum hetta í sínum arbeiði.

Charmichael heitti á ráðharran um at taka málið upp við verjumálaráðharran fyri at kanna, hvat russiska skipið ger so nær tí so týðandi undirstøðuorkukervinum nærhendis Hetlandi. Og hvørjar ætlanir hevur stjórnin um at verja so týðandi infrakervi í framtíðini.  

[object Object]

Hann vísti á, at eingin enn veit, hvat russiska skipið ger í hesum hetlendska orkuumhvørvinum. 

Graham Stuart, ráðharri fyri orkutrygd lovaði at taka málið upp við sín starvsfelaga, verjumálaráðharran. 

Løtu seinni eftir at hava fylgt siglingini hjá russiska sleipibátinum, kom norskt herskip í økið, har tað eygleiddi og fylgdi russiska skipinum, áðrenn norska herskipið legði til bryggju í Lerwick. Hetta er sama skip, sum herfyri vitjaði í Føroyum saman við øðrum Nato herskipum. Hetta skrivar Shetland News. 

[object Object]

Norska herskipið, sum júst hevur verið í Føroyum, fylgdi russiska sleipibátinum vestan fyri Hetland. 

Kelda Shetland News

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder