2023-06-04 22:34
Á fundinum í Opec í dag gjørdi Saudi Arabia av at lækka sína framleiðslu við 1 mió. tunnum um dagin til tess at standa ímóti lækkandi oljuprísinum.
Møguliga fer landið at longja lækkingina enn longri enn ætlað. Avgerðin kemur eftir, at longu gjørdar avtalur um at lækka framleiðsluna ikki hava havt neyðugu ávirkanina til tess at varðveita ein hægri oljuprís. Hini londini í Opec hava pliktað seg til at varðveita ta lækkaðu framleiðsluna til endan á 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald