Innanlands

SEV: Elnýtslan minkaði 3 MW og var 84 prosent burðardygg

Undir Earth Hour í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum við 3 MW, sum er eitt sindur meira enn í fjør

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-03-27 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Earth Hour ella tími jarðarinnar í ár var leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30.

Endamálið við hesum afturvendandi átaki, sum verður hildið um størsta partin av heiminum, er at varpa ljós á umhvørvið – ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. at minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.

Í Føroyum varð aftur í ár skipað fyri tiltøkum kring landið, har fólk høvdu møguleika til at leita sær út í náttúruna, og heitt varð á fólk um at nýta hetta høvið til at sløkkja ljósið, sjónvarpið, telduna osfr. og heldur geva náttúruni og hvør øðrum gætur. Eisini fyritøkur og kommunur eru við, og eitt nú verða gøtuljósini í flestu kommunum sløkt.

Fyri at kunna meta um undirtøkuna fyri hesum átaki, fylgja tey á SEV við, um og hvussu elnýtslan minkar hesa løtuna.

Í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum hendan tíman við 3 MW, sum er eitt sindur meira enn í fjør.

Elframleiðslan í meginøkinum tíma jarðarinnar kom niður á góð 45 MW, og av teimum vóru smá 84 prosent burðardygg orka, harav ávikavist sløk 51 prosent vatnorka og 31 prosent vindorka, smá tvey prosent biogass, meðan oljan stóð fyri góðum 16 prosent.

Í Suðuroy fall elnýtslan lutfalsliga meira enn í meginøkinum úr góðum 4 MW niður í 3,5 MW, og elframleiðslan í Suðuroy var 100 prosent grøn tíma jarðarinnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder