Innanlands

SEV: Elorkan góð 58 prosent grøn fyrra hálvár

Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í tilsamans 72 samdøgur, meðan elframleiðslan í meginøkinum lá omanfyri 80 prosent grønt í tilsamans 44 samdøgur, sigur elfelagið

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2024-07-22 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Elframleiðslan í fyrru hálvu av 2024 hevur hilnast væl. Býtið er 58,2 prosent varandi orka og 41,8 prosent termisk orka fyri alt landið, og framgongd er bæði í vind- og vatnorkuframleiðsluni, skrivar SEV í tíðindaskrivi.

Hetta er triðja árið á rað, at framleiðslan úr varandi orkukeldum er økt, meðan framleiðslan úr termiskari orku er fallandi í fyrra hálvári.

Framleiðslan úr varandi orku var 135,7 GWt, sum er met fyri grøna orku í fyrra hálvári, meðan framleiðslan úr olju kom upp á 97,5 GWt.

Higartil mesta framleiðsla við olju í fyrra hálvári var í 2021, tá framleiðslan var heilar 121,2 GWt. Sostatt eru framleiddir góðir 24 GWt færri við termiskari orku higartil í ár, samanborið við 2021. Tað svarar til umleið 5000 tons ella nærum ein heilan tangabát av tungolju, sum eru spardir higartil í ár, skrivar elfelagið.

Tað er serliga vindorkan, sum hilnast væl, og heilir 73 GWt vóru framleiddir við vindi fyrra hálvár í mun til 58 GWt somu tíð í 2023. Eisini vatnorkan hevur roynst væl við 58,5 GWt sum er 12 prosent meira enn fyrra hálvár í fjør við 52 GWt.

Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn í tilsamans 44,5 samdøgur, og 100 prosent grøn í eitt lítið samdøgur (0,91).

Í Suðuroy hevur framleiðslan í fyrru hálvu verið 64 prosent grøn og 36 prosent termisk. Elframleiðslan var 80 prosent grøn í tilsamans 88.9 samdøgur, og 100 prosent grøn í tilsamans 72.6 samdøgur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder