Innanlands

SEV montørar komnir hálva leið til Sandoyar

Einir 90 kilometrar av kaðali verða lagdir í Sandoyartunlinum

(Mynd: Sev.fo)

(Mynd: Sev.fo)

2022-02-04 13:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú skotið er ígjøgnum til Sandoyar verður ferð sett á vegagerðina í tunlinum og harvið eisini kaðallegging.

Montørar hjá SEV hava í langa tíð arbeitt í myrkrinum undir havsins botni við kaðallegging. Teir eru komnir smáar 5 kilometrar inn í tunnilin, sum er smáar 11 km langar, og harvið longsti tunnil í Føroyum. Í løtuni arbeiða teir tískil umleið 155 metrar undir vatnskorpuni.

- Vit hava fylgt vegagerðini hjá NCC frá Gomlurætt. So hvørt sum NCC hevur bygt vegin upp, hava vit lagt okkara leiðingar í. Vit leggja umleið 500 metrar hvørja ferð, sigur Mads á Heyggi, kaðal- og linjumeistari á Rakstrardeildini hjá SEV.

Tað sigur hann við heimasíðuna hjá SEV.

Arbeiðið í tunlinum er eisini partur av størri verkætlan at knýta økini saman. Arbeitt verður tí harumframt við einum grevstri, sum gongur frá koplingarstøðini í Húsahaga og sum skal enda í einari koplingarstøð á Sandi.

- Vit skulu hava tvær 60 kV leiðingar og tvær 20 kV leiðingar í tunnilin. Tað eru átta trumlur, sum vit draga út so hvørt sum tunnilsvegurin verður gjørdur, so samanlagt verða tað einir 90 km av kaðali, bara í tunlinum, sigur Mads.

Sambært verkætlanini verða tíggju transformarastøðir í tunlinum, umframt ein uttanfyri hvønn tunnilsmunna. Væntandi eru allir kaðlarnir lagdi móti sumri.

Vanliga eru fýra montørar og draga út hvørja ferð. Harumframt verður kranabilur brúktur at draga kaðlarnar út við og lítil gravimaskinu, sum koyrir aftaná kranabilinum og leggur kaðalin í grøvina. Tá kaðlarnir eru lagdir, verða skoyti gjørd, áðrenn NCC tyrvir kaðlarnar.

Rakstrardeildin er so smátt byrjað at planleggja arbeiðið at montera trafostøðir. Tær fyrstu 4 verða klárar at montera 1. mai, og eftir ætlan verður okkara arbeiði í tunlinum liðugt um ársskiftið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder