Sum tað seinasta málið í hesari tingsetuni, varð uppskotið um broytingar í sonenvdu elveitingarlógini til viðgerðar fyrrapartin.
Les eisini: Seinasti tingfundurin áðrenn summarferiuna er av
Tað varð beint úr nevnd, men har vóru eisini fleiri broytingaruppskot. Andstøðulimir vildu hava ymiskt øðrvísi, í mun til loyvir og annað. Sum heild hildu fleiri, at uppskotið var "ov stirivið" og lat ikki nóg upp fyri fyri øðrum fyritøkum og persónum, ið ynskja at virka á økinum. Ein "Open-door" útbjóðingarskipan sum áður verður eftirlýst.
Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sigur millum annað, at landsstýrið forðar fyri innovatión innan el-orkubygging, og at afturstig í grøna orkuskiftinum og hægri el-prísir kunnu vera ein avleiðing av lógarbroytingini.
Bárður á Steig Nielsen var ein av teimum, sum ikki var nøgdur við uppskotið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Til ber at hoyra meira frá orðaskiftinum her
Broytingaruppskotini fullu øll, og lógaruppskotið hjá Ingilín Didriksen Strøm kom ígjøgnum við 17 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Tað staðfestir, at SEV
varðveitir sín samhaldsfasta leiklut sum neteigari og kervisábyrgdari uttan kapping við onnur. Hetta hevur tó sínari avleiðingar
- SEV skal tí skjótast gjørligt undir eina tilgongd at tillaga bygnaðin og viðtøkurnar, soleiðis at elframleiðsla og annað virksemi, sum verður útint í kapping við onnur, verður skipað í egið felag, skrivar Umhvørvismálaráðið.
Í tráð við lógarbroytingina skal SEV eisini fyrireika eina prísskipan, sum bjóðar el fyri lægri prís í tíðarskeiðum við lítlari ella ongari olju í elframleiðsluni.
- Lægri prísur kann bæði ásetast fyri elprísin og fyri netprísin. Vónandi verður ein slík skipan klár at taka í nýtslu innan eitt ár.
Fjarhitavirksemi verður nú fevnt av eini loyvisskipan, sum er rættiliga lík henni, sum er galdandi á eløkinum. Krøv kunnu frameftir setast fjarhitafeløgum, sum tryggja fjarhitabrúkarum størri gjøgnumskygni í prísum og
betri brúkaravernd, og sum tryggja, at fjarhitafeløg ikki brúka ov nógva olju í hitaveitingini.
Sum heild metir landsstýriskvinnan, at ein týðandi varði fram ímóti grøna orkuskiftinum er rokkið. Ingilín Didriksen Strøm ætlar at taka arbeiðið at skipa ein elmarknað við einum fjølbroyttum søluliði og eginframleiðslu fram aftur í heyst, skrivar umhvorvi.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald