Helst var talan um fiskiskip, sum í farnu viku sleit tann so týðandi SHEFA 2 kaðalin, sum gongur úr Føroyum umvegis Hetland og Orknoyggjar og víðari inn á skotska meginlandið. Kaðalin slitnaði í tveimum støðum og legði alt Hetland í netsambandsloysi; eins og telefonsambandið eisini varð rakt.
Føroya Tele, sum umsitur kaðalin, hevur nú fingið kaðalin umvældan, soleiðis at hetlendingar eins og íbúgvararnir í Orknoyggjunum nú aftur kunnu samskifta við umheimin. Umframt at veita tænastur til húsarhald og lokalsamfeløgini í Hetlandi og Orknoyggjum, stendur SHEFA 2 eisini fyri týðandi samskiftinum millum olju- og gasspallar vestan fyri Hetland og Skotland.
Í Hetlandi eru tey sera fegin um, at Føroya Tele tók málið í størsta álvara og so skjótt fekk sambandið at rigga aftur.
Í hesi tíð tá so nógv umrøða er av undirstøðukervinum í Evropa og hóttaninar um at oyðileggja partar av hesum hevur eisini verið spurt, um hendingarnar á SHEFA 2 leiðini kunnu hava samband við royndirnar at skaða infrakervið. Páll Vesturbú, stjóri í FT Net sigur við Shetland News, at teirra fyribils meting er, at talan er um fiskiskip, sum hava verið óansin. Men hann leggur aftrat, at tað er sjáldsamt, at kaðalin verður skæddur í tveimum ymsum støðum samtíðis.
Hetta er so eisini nakað, sum onnur, ið arbeiða við rørleiðingum og kaðalum eitt nú millum Hetland og Skotland taka í størsta álvara. Hvat kunnu tey læra av óhappunum í sambandi við SHEFA 2.
Í løtuni verður arbeitt við at leggja ein elkaðal- og samskiftiskaðal millum Skotland og Hetland, og siga umboð fyri felagið SSE, sum stendur fyri tí verkætlanini, at tey fara at leggja sær í geyma hendingina við SHEFA 2 kaðalinum og læra av tí óhappinum. Hetta skrivar Shetland News.
Sagt verður, at har tað er rætt og ber til, fer elkaðalin at verða grivin niður í havbotnin fyri harvið heilt at sleppa undan slíkum hendingum sum við SHEFA 2. Arbeiðið at leggja elkaðal millum Skotland og Hetland gongur eftir ætlan og verður hann tikin í nýtslu í 2024, tá risastóra vindmylnulundin hjá Viking Energy við 103 vindmyllum verður tikin í brúk. Hon skal vera við til at kollvelta orkuveitingina í Hetlandi umframt at lata upp fyri útflutningi av streymi.
Tá verður nevniliga møguleiki umframt at veita streym til hetlendska samfelagið eisini at útflyta streym til Skotlands eins og verkætlanin eisini letur upp fyri at fáa streym úr Skotlandi til Hetlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald