Eitt av teimum størstu og elstu oljufeløgunum í heiminum, Royal Dutch Shell, fer í næstum at flyta høvuðsskrivstovuna úr Haag í Hálandi til London í Bretlandi. Samtíðis fer oljurisin at skifta navn. Tvs. at tað fer at strika nøvnini Royal og Dutch. Hetta boðar felagið frá í morgun.
-At bera kongaliga heitið hevur verið kelda til stóran stoltleika og æru fyri Shell í meira enn 130 ár. Men framyvir fer felagið við nýggja uppskotinum ikki longur at kunna liva upp til tær rætningslinjur, sum skulu til fyri at varðveita heitið sigur felagið í fráboðan. Tí roknar nevndin við, at navnið Royal Dutch Shell plc. verður broytt til Shell plc. Partaeigararnir skulu tó góðkenna uppskotið fyrst.
Ætlanin at fara burtur frá kongaliga heitinum hevur verið í umbúnað í fleiri ár, men avgerðin er tikin í sambandi við, at viðurskiftini við Háland eru vorðin sera spent. Uttan nakra ávaring avgjørdi hálendski pensiónsgrunnurin ABP í farna mánað at gevast við sínum íløgum í Shell og í kolvetni sum heild, og í mai avgjørdi ein dómstólur í Hálandi, at Shell skal lækka útlátið av CO2 skjótari enn ætlað, skrivar Bloomberg News sambært ShippingWatch.
Broytingaruppskotið kemur minni enn ein mánað eftir, at ein bólkur av partaeigarum nevndur Third Point royndi at leggja trýst á Shell fyri at skilja frá restini av Shell tann partin, sum hevur við varandi orku og LNG at gera. Tað hevur stjórin Ben van Beurden síðani víst aftur.
-Við at gera bygnaðin einfaldari fer tað at normalisera partafelagsbygnaðin undir eini skatta- og lógfrøðilóggávu í einum einstøkum landi, og tað fer at gera okkum betri kappingarfør. Shell fer at vera í eini betri støðu til tess at handfara møguleikar og at hava ein leiðandi leiklut í orkuskiftinum, sigur nevndarformaðurin Andrew Mackenzie.
Partaeigararnir í Shell skulu avkvøða um broytingarnar í Rotterdam 10. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald