Uttanlands

Shell fer at kæra dóm

Oljufelagið Shell hevur avgjørt at skjóta dóm um at skerja útlátið frá tess virksemi við 45% innan 2030 til Hægstarætt í Hálandi.

2021-07-26 14:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vóru umhvørvisfólk og felagsskapir, sum løgdu sak móti Shell, tí tey mettu ikki, at fyritøkan tók spurningin um at minka um CO2 útlátið í nóg stórum álvara. Neyvan høvdu mong roknað við, at ein dómstólur fór at døma eitt einstakt oljufelag og krevja, at tað skundaði undir arbeiðið at minka um útlátið.

Shell hevði tá longu sett út í kortið eina ætlan fyri at minka um útlátið, men her tók dómstólurin so ákærurnar frá saksøkjarunum til eftirtektar, um at Shell hevði verið vitandi um vandamikla útlátið í fleiri áratíggju, men hevði einki gjørt við tað, og at arbeiðið nú at minka um útlátið gekk ov seint

Síðani hevur verið funnist at dóminum, tí hann velur út eitt einstakt oljufelag heldur enn at fara eftir tí politisku skipanini, har ovasta ábyrgdina eigur at plaserast.  Tað er so eisini metingin hjá leiðsluni í Shell, og tí hevur hon avgjørt at kæra málið til ein hægri dómstól skrivar The Guardian.

Sambært blaðnum, so sigur Ben van Beurden, stjórin í Shell, at fyritøkan er samd í, at tað hevur skund at minka um útlátið og leggur aftrat, at fyritøkan fer at seta ferð ætlaninar at minka um útlátið til at gera fyritøkuna til eina net-null útlátsfyritøku í 2050, men segði samtíðis, at Shell fer at leggja dómin inn fyri ein hægri rætt, við tí grundgeving, at “because a court judgment, against a single company, is not effective”.

Og hann heldur fram: “What is needed is clear, ambitious policies that will drive fundamental change across the whole energy system. Climate change is a challenge that requires both urgent action and an approach that is global, collaborative and encourages coordination between all parties.”

Umhvørvisfelagsskapurin Friends of the Earth í Hálandi hevur longu funnist at avgerðini hjá Shell at fara til hægri rætt við málinum, tí tað heldur hetta vera eitt sera skeivt signal at senda og heldur, at hetta ber boð um, at Shell tekur ikki sína egnu ábyrgd av veðurlagskreppuni í nóg stórum álvara. Víst verður á, at dómararnir við undirrættin hava longu prógvað, at Shell ikki fylgir “European convention on human rights – the right to life and the right to family life – and that the company had known for “a long time” about the damage caused by carbon emissions,” skrivar The Guardian.

Til hetta sigur Shellstjórin, at felagið hevur longu lagt eina ætlan fyri minking av CO2, og hevur samtíðis eisini gjørt greitt, at tað fer at halda fram við sínum virksemi, her serstakliga at framleiða gass, og fer eisini at gera nýggjar íløgur har. Fíggjarliga avkastið av hesum virksemi skal m.a. brúkast til grøna orkuskiftið.

Og hann sigur at enda:  “Imagine Shell decided to stop selling petrol and diesel today. This would certainly cut Shell’s carbon emissions. But it would not help the world one bit. Demand for fuel would not change. People would fill up their cars and delivery trucks at other service stations.” At velja eitt einstakt felag út og krevja, at tað skal minka um útlátið skjótari, fer ikki at bøta um støðuna leggur hann aftrat.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder