2023-07-27 16:30
Hetta er aðru ferð, at rætturin í Bretlandi hevur víst aftur eitt sivilt sakarmál móti risastóra orkufelagnum Shell. Ein dómstólur vísti aftur sakarmálinum í mai og hevur við eina hoyring í juli enn einaferð víst aftur málinum.
Sakarmálið er reist av felagsskapinum ClientEarth, sum verður umrøddur sum ein aktivistiskur íløgubólkur.
Í 2021 tapti Shell eitt sakarmál í Hálandi, har felagið fekk boð um at skerja útlátini við 45% innan 2030. Felagið hevur tó valt at minka um útlatið til endan á hesum 10 ára skeiðnum heldur enn at minka tað stigvíst. Shell hevur skotið avgerðina inn fyri hægri rætt og kemur málið fyri í 2024 ella 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald