Uttanlands

Shell tekur seg aftur úr Russlandi

Tað hendir eftir, at bæði BP og Equinor hava gjørt av at gevast í Russlandi

2022-03-01 09:35 Author image
Jan Müller

Seint í gjárkvøldið gjørdi heimsins størsta orkufelag Shell av at taka seg úr øllum sínum virksemi í Russlandi. Avgerðin kemur beint eftir, at bæði BP og Equinor hava gjørt av at gevast við øllum virksemi í Russlandi.

Shell hevur tætt samstarv við eitt av teimum størstu orkufeløgunum í heiminum, Gazprom, sum er ogn hjá russiska statinum og sum stendur fyri meginpartinum av gassútflutninginum til Evropa. Orsøkin til at Shell tekur seg úr Russlandi er russiska innrásin í Ukraina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald