Innanlands

Skammlop í Skálabotni var orsøkin til streymslitið

Talan var um eitt sonevnt blackout. Ein samanrenning av fleiri viðurskiftum á netinum og í framleiðsluni gjørdi, at tað tók so leingi at fáa streymin aftur - Streymslitið verður eftirmett og kannað út í æsir í dag

Tvær mastrar og ein turbina hava fingið skaða, boðar SEV frá (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tvær mastrar og ein turbina hava fingið skaða, boðar SEV frá (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-09 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt sonevnt blackout var í meginøkinum seinnapartin og út á kvøldið í gjár, mikudagin 8. januar.

SEV tekur soleiðis saman um á heimasíðu sínari:

- Streymveitingin fór fyrst til Norðoyggjar um fýra tíðina og ein góðan hálvan tíma seinni var fult blackout í meginøkinum. Byrjað varð beinavegin at kobla um og starta upp aftur, og økini komu spakuliga innaftur. Fyrst í norðara parti av Eysturoynni og Streymoynni, síðani Vágum og nakað eftir kl. 19 var ljós aftur í Eysturoy, Streymoy, Sandoy og í Vágum. Tó lá Kambsdalur myrkur nakað longri. Beint fyri kl. 21 høvdu eisini norðoyingar streymveiting aftur.

Harvið høvdu norðyingar so at siga ikki streym í fimm tímar, og hetta ávirkaði sjálvandi kvøldið hjá nógvum føroyingum á ymsan hátt.

Sí eisini: Soleiðis sær Havnin út í streymloysi

SEV hevur hugt uppá, hví streymslitið hendi. Orsøkin var eitt skammlop á koblingsstøðini í Skálabotni, sum er eitt knútapunkt í streymveitingini.

Men hví gekk so long tíð, til streymurin var aftur?

- Orsøkin til, at tað tók longri tíð enn vanligt at fáa økini og serliga Norðoyggjar inn aftur, var ein samanrenning av fleiri viðurskiftum á netinum og í framleiðsluni.

Skammlopið ávirkaði kaðalsambandið millum Sund, Runavík og Skálabotn.

Loftlinjan millum Sund og Vestmanna er enn úti, eftir at tvær mastrar fingu skaða í ódnarveðri seint í fjør, og var tí ikki til taks at taka yvir. Linjan er tó næstan liðugt umvæld, og væntast at vera virkin aftur fyrst í komandi viku.

- Vatnorkuframleiðslan hjá okkum er avmarkað í løtuni av frostbinding, sum kemur av liggjandi kulda, og harafturat eru Mýruverkið og vatnturbinan á Strond óvirkin í løtuni. Ein turbina á Eiðisverkinum fekk skaða mikumorgunin og var undir umvæling, men okkara fólk fingu hana samlaða og virkna aftur móti kvøldi. Avmarkaða vatnorkuframleiðslan merkir, at stórur partur av Eysturoynni umframt Norðoyggjar fær streym av Sundi, og hetta leggur eyka trýst á sambandið millum Sund og Runavík og haðani til Skálabotn.

Streymslitið verður eftirmett og kannað út í æsir í dag, skrivar SEV at enda 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder