Uttanlands

Skipaferðslan á grønari kós

Danska  A.P. Møller- Maersk er eitt av teimum reiðaríunum í heiminum, sum er í ferð við at gera stórar íløgur í grøna skipaferðslu 

2022-02-17 15:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Meira enn 80% av nýbyggingum í ár fara at brúka alternativ brennievni við sera lágum CO2 útláti. Hetta vísa tøl frá “Skipyard Monitor” hjá fyritøkuni Clarksons.

Og her gongur A.P. Møller-Maersk á odda við bygging av fleiri konteynaraskipum, sum skulu brúka methanol  við lágum CO2 útláti sum brennievni ístaðin fyri dieselolju.

Tað eru m.a. nýggj krøv frá IMO, altjóða felagsskapinum fyri skipaferðslu, sum hava fingið reiðaríir at leggja um til nýggj brennievni sum eitt nú methanol.  

Tað eru tó fyrst og fremst nýggj skip, sum koma at leggja um til reinari brennievni. Bara í fjør vórðu nærum 1800 nýggj skip bíløgd. Av hesum vóru tey flestu konteynaraskip umframt LNG skip, ið flyta flótandi gass.

Clarksons metir, at gongdin við at byggja nýggj skip, ið brúka alternativ brennievni, fer at halda fram í ár, tí longu nú eru nógvar bíleggingar, sum fara at hava við sær stóran vøkstur í grønu skipaferðsluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder