Uttanlands

Skotland fer at raðfesta havvindorku enn hægri

Setir sær sum mál at økja streymframleiðsluna frá havvindmyllum til 40 gigawatt í 2040

Stornoway í Hebridunum bjóðar seg fram sum framtíðar offshore havn fyri m.a. havvindvirksemi.

Stornoway í Hebridunum bjóðar seg fram sum framtíðar offshore havn fyri m.a. havvindvirksemi.

2026-01-29 12:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Við hesi avgerð ætlar skotska stjórnin at raðfesta havvindorkuna uppaftur hægri enn higartil. Málið er í dag at røkka 8-11 GW í 2030. Nú er nýggja málið so 40 GW í 2040. Ein orsøkin til endurskoðanina av havvindorkuni er vaksandi áhugin hjá privata sektorinum at gera íløgur í havvindloyvi.

Hetta kom fram á stóru orkuráðstevnuni  í Glasgow undir heitinum: “Scottish Offshore Wind 2026”, har umboð fyri orkuvinnuna í Scotlandi savnast at taka pulsin og seta út í kortið framtíðar orkupolitikkin á m.a. havvindorkuøkinum.  Ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag. 

[object Object]

Spurningurin um at menna havvindorkuna í Norðsjónum hevur verið ein tann mest umrøddi á grøna orkuøkinum seinastu mongu árini, og her kann Bretland gerast ein tann mest týðandi veitarin vitandi, at Norðsjógvurin er so stórur partur av bretskum øki.

Kortini hevur hetta verið ein torfør føðing, tí útbjóðingar av økjum til vindorkulundir til havs hava verið fyri nógvum bakkøstum av ymsum orsøkum eitt nú fíggjarligum. Enn ein orsøk er, at enn er tørvur á tøkniligari menning á økinum.

Hinvegin er tað vorðið ein høvuðstáttur hjá nýggju bretsku stjórnini at raðfesta havvindorku hetta ikki minst eftir, at forboð varð sett fyri at seta upp vindmyllur á landi. Tað er tó broytt nú.

[object Object]

Gongdin hevur so eisini havt við sær, at fleiri havnabýir í Bretlandi og ikki minst í Skotlandi vilja útbyggja havnirnar til eisini at kunna veita tænastur til nýggju og helst vaksandi havvindorku-vinnuna. Ein av hesum havnum er tann í Stornoway í Hebridunum, har tey eru í ferð við at leggja til rættis stóra útbygging,  nevnd "Deep Water South”, sum skal kunna taka ímóti og goyma stórar havvindmyllur. Ætlanin er at gera havnina har til ein offshore hub fyri havindorku. Býurin hevur fingið stuðul frá almenna menningarstovninum "Highlands and Islands Enterprise."

Skotskir politikarar siga, at havvindur kann gerast ein týðandi framtíðar táttur í skotska búskapinum og  vera við til at stuðla  uppundir tjóðskaparligu veðurlagsmálini. Tí er tað umráðandi at skapa tær røttu fortreytirnar fyri privatar íleggjarar, sum vilja fara undir at útbyggja havvindorkuna í Norðsjónum. Stjórin í Scottish Renewables, Colin Palmer, tekur væl ímóti nýggju ætlanini hjá stjórnini at økja um havvindorkuna til 40 GW í 2040. Grøna orkuskiftið í Skotlandi hevur longu skapt 16.500 nýggj størv kom fram á offshore havvindráðstevnuni í Glasgow í gjár. 

-Skotland fer at hava ein týðandi leiklut at røkka málunum hjá Bretlandi at menna eina reina, trygga og varandi orkuskipan sigur Palmer, sum heitir á bretsku stjórnina at fylgja skotsku málunum um 40 GW í framtíðar tilrættaleggingini av orkumenningini. 

Olja og gass 75% av orkutørvinum

Í Skotlandi er annars stór ónøgd við tann partin av orkupolitikkinum, sum vil steðga og forða fyri nýggjum olju- og gassvirksemi. Felagið hjá bretsku orkuvinnuni, Offshore Energies UK sigur í seinastu frágreiðing síni, at Bretland hevur tørv á at menna bæði varandi orku og olju og gass og er hetta eisini fyri at veita landinum neyðugu orkutrygdina. 

Felagið, sum eisini tekur undir við og umboðar vindorkuútbyggingar, vísir á, at hesar kunnu ikki standa einsamallar, men at tørvur verður á olju og gassi í mong mong ár aftrat, og tí er týdningarmikið at halda lív í og menna olju- og gassvinnuna eisini.  

Hesum tekur bretska stjórnin eisini undir við, tó at hon framvegis leggur forðingar í vegin fyri olju- og gassmenningini. Í dag fær Bretland 75% av sínum orkutørvi nøktaðan frá olju- og gassvinnuni.

[object Object]

Spurningurin um varandi og grøna orku hevur eisini fylt nógv í Føroyum. Og eisini her hava verið bakkøst av ymsum slag eitt nú í sambandi við loyvisgeving og regulverk.

Spurningurin um havvindorku hevur ikki fylt so nógv, tó at bæði SEV og Umhvørvisstovan hava borið hesa uppá mál fleiri ferðir sum ein møguligan týðandi framtíðar part av grøna orkuskiftinum. Bæði Terji Nielsen frá SEV og Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni hava umrøtt havvindorkuna sum ein góðan framtíðar møguleika í Føroyum, nú umstøðurnar til vindorku til havs um okkara leiðir eru so góðar. Økið kring Føroyar er saman við økinum við Skotland eitt tað besta í heiminum til nettupp havvindorkuframleiðslu. Spurningurin er tó eisini um í hvønn mun tøknin í dag er komin so langt, at tað lønar seg at seta upp stóru vindmyllurnar til havs, oftani á sera djúpum vatni?

Og kemur tað so langt sum at onkur, privat ella alment fara at taka stig til at seta upp vindmyllur til havs á landgrunninum, tá verður helst neyðugt eisini at hugsa um havnaútbyggingar til tess at kunna møta tørvinum á goymsluplássi til stóru myllurnar. Og her hava vit uttan iva  fleiri havnir í Føroyum, sum kunnu hugsast  at bjóða øki fram til offshore virksemi sum heild tvs. bæði innan olju og gass eins og havvind. Her er m.a. talan um øki við Skálafjørðin, Havnina og á Tvøroyri. 

Áhugavert verður at fylgja gongdini í Føroyum á hesum økjum og hvør politiska ynskið og viljin verður til at fremja grøna orkuskiftið bæði á landi og á sjógvi samtíðis sum hurðin stendur víðopin fyri oljuleiting og fyri veiting til offshorevinnuna í grannalagnum. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder