Uttanlands

Slovakia vil hava atgongd til russiskt gass fram til 2034

Tað eydnaðist ikki ES at samtykkja nýggj revsitiltøk móti Russlandi týsdagin

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas harmast um, at nýggj revsitiltøk ikki vórðu samtykt í gjár, men hon vónar, at tað verður í dag (Mynd: EPA)

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas harmast um, at nýggj revsitiltøk ikki vórðu samtykt í gjár, men hon vónar, at tað verður í dag (Mynd: EPA)

2025-07-16 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eydnaðist ikki ES at samtykkja nýggja pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi í gjár.

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES sigur, sambært Reuters, at hon harmast um hetta, men at hon vónar at hann kann samtykkjast í dag.

Bólturin liggur nú hjá Slovakia, sum hevur blokerað fyri uppskotinum, sigur hon.

Orsøkin er eitt uppskot hjá ES-nevndini um at steðga inntlutningi av russiskum gassi frá 2028.

Slovakiski forsætisráðharrinro skrivar á X, at besta loysnin hevði verið at givið Slovakia undantaksloyvi, so landið kann halda avtaluna við russiska Gazprom, sum er galdandi til 2034.

Tað er neyðugt við undirtøku frá øllum 27 ES-limalondum fyri at samtykkja nýggj revsitiltøk móti Russlandi.

Kaja Kallas sigur, at tað er tíð at fáa revsipakkan samtyktan.

– Nú skulu vit fáa semju um revsipakkan. Tað hevur longu tikið tveir mánaðir.

Endamálið við 18. revsipakkanum er at raka russiska orkuøkið, russiskar peningastovnar og russiskan hernaðarídnaðin. M.a. verður skotið upp at lækka prísloftið á russiska olju úr 60 niður í 45 dollarar fyri tunnuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder