2025-01-27 16:59
Tað hendi í fjør, tá sólorka yvirhálaði kolaorkuna á evropeiska el-marknaðinum. Sól stóð fyri 11% av streyminum framleiddur í ES, meðan kol stóð fyri 10%. Sambært hagtølum frá tankasmiðjuni Ember, er sólorka nú tann orkan, sum økist skjótast í ES. Saman við vindorku á landi er sólorka nú millum bíligastu loysnirnar til at framleiða streym. Eisini vatnorkan í ES veksur og saman við sól og vindi stóð varandi orkan fyri næstan helvtini av streymframleiðsluni í 2024.
Sambært Ember er økta nýtslan av sól og vindi í elframleiðsluni við til at spara ES fyri stórar upphæddir. Danmark er tað landið í ES, sum hevur mest av sól- og vindorku í elskipanini. Vindur og sól stóðu fyri 69% av elframleiðsluni í Danmark í 2024. Hetta er væl hægri enn meðal fyri ES, sum er uppi á 28,5%.
Eftirspurningurin eftir streymi í Danmark hækkaði við 7% í Danmark og við 1% í ES. Danmark hevur spart 6,7 mia. kr. seinastu fimm árini við at sleppa undan at brúka olju og gass. Sambært Green Power í Danmark er tað sólin, sum stendur fyri økingini í suðurevropa, meðan vindurin ger munin í norðurevropa. Vindmyllurnar geva meira enn sólkyknurnar.
Hóast hepnu gongdina við sól og vindi, so er enn langt á mál skilst á Ember. Stór øki so sum tungur flutningur, ídnaður og upphiting av bygningum dúva framvegis uppá kol, olju og gass. Og til hesi er neyðugt at finna elektriskar loysnir sigur Marie Münster professari sambært donskum miðlum.
Hóast tað gongur rætta vegin við at leggja um frá fossilum brennievnum til varandi orkukeldur í Danmark og ES, so gongur tað kortini ov seint sambært eini frágreiðing frá tankasmiðjuni Ember, sum vísir á, at seinasta danska havvindútbjóðingin miseydnaðist fullkomiliga, tí eingin beyð uppá loyvini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald