Hósdagin 20. september kl. 14 bjóðar Jarðfeingi til alment tiltak um, hvussu skúlar kunnu brúka arktiska náttúruvísindi til at kveikja áhugan hjá næmingum fyri náttúrufakum.
Føroyar liggja á gáttini til Arktis. Hvar finna vit vitan um henda kalda partin av jørðini og tær broytingar, sum fara at merkja okkara framtíð? Gerst veðrið heitari ella meira illfýsið? Eru ísbjarnir hóttar? Hvat jarðfeingi kunnu vit nýta í framtíðini?
Vitan til slíkar spurningar kunnu vit finna í EduArctic-verkætlanini, har skúlanæmingar og lærarar sleppa at hitta altjóða arktisk vísindafólk á online fyrilestrum, sum eggja teimum at forvitnast frítt um okkara kalda part av jørðini.
Á tiltakinum hoyra vit meir um, hvat EduArctic bjóðar føroyskum skúlum hetta komandi árið, við online fyrilestrum, mátiprogrammi til skúlanæmingar, arktiskari kapping og rannsóknarferð fyri vinnarar næsta summar.
Vit hoyra frá lærara, sum hevur royndir við at brúka skúlatilboðini, og vit hoyra frá næmingi, sum vann finalupláss í arktisku kappingini, har ung úr øllum Evropa luttóku.
Tiltakið verður hósdagin 20. september kl. 14 í framsýningunum á Tjóðsavninum, Brekkutún 6 í Hoyvík.
Innanlands
Spennandi arktisk vísindi til føroyskar skúlar á Tjóðsavninum
Føroyar liggja á gáttini til Arktis. Hvar finna vit vitan um henda kalda partin av jørðini?
2018-09-14 21:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald