Uttanlands

ST aðalskrivarin ávarar heimin enn einaferð

í kjalarvørrinum á staðfestingini at mai mánaði er tann heitasti í søguni langar ST aðalskrivarin út eftir fossilu vinnuni.

2024-06-06 08:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Í einum fyrilestri á American Museum of Natural History í New York mikudagin kom António Guterres við sera hvøssum atfinningum serstakliga móti teimum fyritøkum í heiminum, ið framleiða kol, olju og gass. Hann segði m.a., at kolvetnisvinnan spælir russiska roulette við jørðini og legði fram uppskot um, at heimsins lond skulu banna hesi vinnuni at lýsa við sínum vørum ella seta somu krøv sum tey, ið ár herfyri vórðu áløgd tubbaksvinnuni.

[object Object]

Orðini hjá ST aðalskrivaranum koma eftir, at stórir partar av heiminum í løtuni uppliva óvanligan hita, turk og vatnflóð. Og hann gav framleiðsluni av fossilum brennievnum høvuðsábyrgdina fyri hesi skeivu og oyðileggjandi gongd.

Hagtøl frá veðurlagstænastuni hjá ES, Copernikus nú um dagarnar vísa, at verður ikki sett nógv meira ferð á arbeiðið at minka útlátið fara vit at røkka pínumarkinum 1,5 stig longu innan 5 ár tvs. langt áðrenn 2030, sum annars er málið fyri at steðga mannaskaptu veðurlagsbroytingunum. 

Hagtøl vísa, at heimurin hevur  sett hitamet nú 12 mánaðir á rað, og at mai í ár er tann heitasti, sum er máldur nakrantíð. Granskarar siga, at veðurlagsbroytingar koma bæði av mannaávum men eisini frá náttúrufyribrigdum sum El Nino í Kyrrahavinum.

Guterres segði, at útlátið í heiminum má minka við 9% hvørt ár einans fyri at kunna halda hitavøkstrinum niðri á  1,5 stigum. Niðanfyri eru brot úr fyrilestrinum hjá ST aðalskrivaranum; 

“In the case of climate, we are not the dinosaurs. We are the meteor. We are not only in danger – we are the danger. But we are also the solution.”

“We are playing Russian roulette with our planet. We need an exit ramp off the highway to climate hell. And the truth is – we have control of the wheel.”

Keldur: DR, NRK, BBC, Sky og heimasíðan hjá ST: 

https://news.un.org/en/story/2024/06/1150656

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder