Uttanlands

ST aðalskrivarin: - Klótan kókar

Heimurin er farin frá at verða yvirupphitaður til at kóka sigur ST aðalskrivarin António Guterres og ávarar um avleiðingarnar taka heimsins lond seg ikki um reiggj nú

2023-07-28 13:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast nakrir dagar eru eftir av juli so vísa hagtøl nú, at juli mánaði 2023 verður tann heitasti í heimssøguni. Meðalhitin nærkast 17 stigum vísa tøl frá fleiri  kanningarstovnum eitt nú danska DMI, WMO, sum er heimsstovnurin fyri meteorologi, veðurlagstænastan undir ES, Copernicus og lærdi háskúlin í Leifzig fyri bert at nevna nakrar. Hetta skrivar DR á síni heimasíðu í morgun.

-Avleiðingarnar eru ógvusligar og altoyðandi. Børn verða tikin av monsunregninum, familjur flíggja frá eldi og arbeiðarar fáa ikki framt dagsins gerningar vegna tann brennandi hitan sigur Guterres. Meðalhitin fyri juli verður mettur at fara at liggja millum 1,3 og 1,7 stig hægri samanborið við tíðina áðrenn farið varð at brenna olju og kol.

Guterres segði í røðu í New York í gjár, at tað nú er upp til heimsins leiðarar at taka neyðugu stigin til tess at venda gongdini. -Her er einki at bíða eftir, heldur ikki at onnur skulu taka fyrsta stigið. Tíðin er rætt og slætt ikki til tað. Hann heldur kortini, at tað er møguligt hjá heimsins londum at halda seg innanfyri málunum í Parísavtaluni. Sama siga greinarar.

Eisini danski ráðharrin fyri altjóða veðurlagspolitikk Dan Jørgensen heldur støðan er ræðandi. Hann heitir serliga á tey stóru londini og her serstakliga USA, Kina og India um at taka støðuna í álvara og gera nakað við hana og leggur aftrat, at Danmark telist millum undangongulondini í heiminum, tá talan er um grøna orkuskiftið.

Hóast Danmark hevur tikið nógv stig til at gera meira grønt, so vísa nýggjastu hagtølini, at Danmark liggur í tí endanum á londum, sum hava hægsta útlát uppá íbúgvan. Orskin til hetta sigur Dan Jørgensen er tann, at Danmark telist millum heimsins ríkastu lond.

Amerikanski forsetin metir støðuna sera álvarsliga og segði í røðu í gjár, at hann fer m.a. at seta í verk lóg, sum skal verja amerikanskar arbeiðarar í tí ógvusliga hitanum. Hagtøl vísa, at altsamt fleiri arbeiðarar lata lív í tí nógva hitanum. -Vit vilja “beat the heat” segði forsetin m.a.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder