Á tíðindafundi í vikuni í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Bretlandi varð spurningurin um framtíðar oljuvirksemi í Norðsjónum reistur. Spyrjarin ynskti at vita, hvørja støðu Donald Trump hevur til mótstøðuna hjá bretsku Labourstjórnini til framtíðar oljuleiting og framleiðslu.
Amerikanski forsetin, sum eisini áður hevur heitt á bretsku stjórnina um at halda fram við oljuvirksemi, helt fyri, at Norðsjógvurin er eitt framúrskarandi høvi hjá Bretlandi at menna orkuveitingina heldur enn at dúva uppá vindmyllur. -Tað liggja stór virði í olju og gassi í Norðsjónum og eigur Bretland at fylgja gongdini í USA, har politikkurin er at bora og aftur bora. Bretland eigur rætt og slætt at lata upp Norðsjógvin fyri olju- og gassríkidøminum legði forsetin aftrat.
Tað er eingin loyna, at Trump er dyggur mótstøðumaður móti vindorku. Hetta kom longu til sjóndar í hansara fyrsta forsetaskeiði, tá hann mótmælti uppseting av vindmyllum nærhendis hansara golfvølli í Aberdeen. Síðani hevur Trump fyrisitingin steðgað eini vindorkuútbygging í USA fyri og aðrari eftir.
Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer svaraði eisini spurninginum um framtíðar oljuna í Norðsjónum og segði, at hon er partur av orkumixinum (energy mix) í mong ár aftrat saman við varandi orku.
Báðir stjórnarleiðararnir vóru samdir um, at tað ræður um at fáa lækkað oljuprísin, soleiðis at tað kann gagna brúkaranum báðumegin Atlantshav.
Spurningurin um framtíðar oljuvinnu í Norðsjónum hevur leingi verið ein týðandi partur av orkukjakinum í Bretlandi. M.a. hevur orkuráðharrin strongt á at steðga nýggjum oljuvirksemi við eitt nú at banna nýggjari leiting og seta størri krøv til útbyggingar. Arbeiðaraflokkurin raðfestir menningina av varandi orku, sum skal vera við til at minka um útlátið fram móti null útláti í 2050. Men nú ger so forsætisráðharrin greitt, at oljuvinnan verður ikki slept uppá fjall.
Forkvinnan í størsta andstøðuflokkinum Kemi Badenoch hevur longu verið í fjølmiðlunum og gjørt viðmerkingar til útsøgnirnar á tíðindafundinunm. Hon og Konservativi flokkurin halda, at olja og gass í Norðsjónum eru ein fortreytin fyri orkutrygdini í Bretlandi. Hetta gjørdi hon eisini týðuliga greitt á altjóða orkuráðstevnuni Offshore Europe í Aberdeen herfyri, tá hon segði, at alt eigur at verða gjørt fyri at lata upp fyri stóru goymslunum í Norðsjónum. Tá fanst hon eisini harðliga at stjórnini fyri at seta fót fyri menning av olju og gassi.
Spurningurin um framtíðar olju- og gassvinnna í Norðsjónum verður í løtuni umrøddur í stjórnini, sum herfyri hevði eina hoyring, har vinnan kundi greiða frá støðuni. Roknað verður við, at stjórnin fer at koma við eini niðurstøðu uppá hesa hoyringina seinni í heyst. Orðini hjá Starmer forsætisráðharra á tíðindafundinum við Trump um, at olja og gass fara at vera partur av orkusamansetinginum í framtíðini, kunnu møguliga tulktast sum, at hoyringssvarið komandi fer at lata upp onkrar hurðar fyri framtíðar oljuvirksemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald