Uttanlands

Stjórin í Skansi: Góðar vónir til framtíðina

-Vónirnar  til framtíðina eru góðar, nú felagið er komið aftur á beint sigur Jens Meinhard Rasmussen

2021-05-07 15:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Støðan í altjóða frálandsvinnuni, nú korona hevur herjað í meira enn eitt ár og m.a. hevur havt við sær minkandi virksemi, er alt annað enn góð, og hetta merkir eisini føroyska reiðaríið Skansi Offshore, sum hevur fimm skip í vinnu. Sambært Kringvarpinum hevur Skansi Offshore brúkt allan partapeningin, sum var í felagnum, 86,3 milliónir krónur, til at gjalda skuld.

Um somu tíð hava norska felagið Havila Holding og føroyska smápartafelagið Sæborg avgjørt at tekna nýggjan partapening í Skansi Offshore, tilsamans 29,7 mió. kr.  Sæborg stendur fyri 21 mió. kr. og Havila Holding fyri 8,7 mió. kr. Hesi bæði feløgini vóru millum størstu partaeigararnar í felagnum.  Avgerðin um nýggja partapeningin varð tikin á eykaaðalfundi 20. apríl.

Arbeitt við umskipan síðani 2019

Skansi Offshore, sum eins og flest onnur frálandsreiðarí kring heimin hevur kent fylgjurnar av fleiri kreppum seinastu árini, hevur síðani í desember 2019 arbeitt við eini umskipan og endurfíggjan av felagnum. Hóast arbeitt hevur verið miðvíst við hesum, so hava avbjóðandi marknaðartreytir og stórt útboð av skipum umframt minkandi leitivirksemi verið orsøkin til torføru støðuna hjá felagnum. Tá so ein møgulig fíggingarloysn var í stoypiskeiðini  kom enn ein avbjóðing, nevniliga korona, sum bara gjørdi støðuna uppaftur verri. Korona broytti heilt fortreytirnar fyri tí loysn, sum arbeitt varð við frá byrjan.

Felagið hevði so tvinnar kostir í at velja: antin heilt at gevast ella at finna eina burðardygga loysn. Felagið var í tí hepnu støðu, at bæði skip og manning hjá Skansi hava havt eitt sera gott umdømi millum kundarnar. Tað var so við til at eggja leiðsluni í felagnum at finna eina framtíðar loysn, sum kundi tryggja víðari virksemið. Eins og flestu onnur reiðarí í frálandsvinnuni, sum stríðast við stórari skuld, so ráddi um hjá Skansileiðsluni at finna eina hóskandi loysn í hesum sambandi.

Eftir samráðingar við lánistovnar og íleggjarar eydnaðist tað at gera eina avtalu, sum tryggjar framtíðina fyri øll tey fimm skipini hjá felagnum. Hóast tapini, sum lánistovnar og partaeigarar koma at bera, so skilst, at eingin veitari hjá Skansi fer at bera tap, og tað fer so heldur ikki at ávirka hvørki starvsfólk ella manningar. Oljan.fo skilur, at avtalan bøtir munandi um kappingarføri og gjaldføri og gevur felagnum  góðar vónir um framtíðina.

Vónirnar til framtíðina                                                                                                              

Stjórin í Skansi Offshore, Jens Meinhard Rasmussen, segði við sendingina Breddin í útvarpinum mikudagin, at nú felagið verður endurreist, eru vónirnar til framtíðina góðar. Hann vísti á, at eftirspurningurin eftir skipum í frálandsvinnuni er farin at vaksa aftur,  nú leitingin fer at økjast aftur. -Eg havi góða trúgv uppá hesa bransjuna frameftir, segði hann við Útvarpið. Øll skipini hjá Skansi hava arbeiðsuppgávur í løtuni, og útlitini sýnast eisini góð. Eitt nú arbeiða skipini fyri Equinor og Vår Energi.

Skansistjórin vísti á, at felagið hyggur eisini eftir øðrum møguleikum í frálandsvinnuni, eitt nú í sambandi við menningina av vindorku og øðrum líknandi virksemi.

Seinastu mongu árini í tungum sjógvi hava so ikki koppað føroyska reiðaríið, sum saman við Thor í Hósvík hava brotið upp úr nýggjum í frálandsvinnuni og útvegað hundraðtals føroyskum familjum inntøkuna. Sum skilst hava mongu avbjóðingarnar og nú seinast eisini korona kenst sum brotasjógvar fyri Skansireiðaríið, ið kortini  enn einaferð hevur hórað undan og nú hyggur frameftir við teimum møguleikum, sum eru og sum koma.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder