Ein støðugur og alt meira týðandi partur av grøna orkuskiftinum í okkara parti av heiminum er menning av vindorkuni tað veri seg á landi og til havs. Hetta er gongdin bæði í Norra, Danmark og Bretlandi.
Í farnu viku varð eisini nomið við framtíðar vindorkumøguleikar í Norðuratlantshavi, tá menningarleiðarin hjá SEV helt fyrilestur um møguleikan at menna havvindorku í eitt nú føroyskum øki í framtíðini.
Í Danmark fyllur havvindorka longu sera nógv í grøna orkukjakinum og sæst hetta aftur eitt nú í sambandi við fólkatingsvalið. Har snýr kjakið seg eisini um antin orka frá vindyllum skal koma frá útbyggingum á landi ella til havs ella bæði tvey.
Tveir av størstu aktørunum á orkuøkinum í Danmark, stórfyritøkan Ørsted (fyrrv. Dong) og íløgufyritøkan CIP, Copenhagen Infrastructure Partners eru farnir í eitt samstarv, har teir vilja útbyggja vindorkuna til havs við einki minni enn 5,2 gigawattum í fýra ymsum verkætlanum. Hetta skrivar Søfart.
Í eini fráboðan frá feløgunum ætla tey at seta ferð á grøna orkuskiftiið við at menna havvindídnaðin og fara undir eitt vinnu- og útflutningsævintýr innan Power-to-X, sum m.a. fevnir um framleiðslu av grønum vetni og grønum brennievnum við vindorku sum grundarlag.
Feløgini vilja troyta loyvis-skipanina “Open Door” og hava peikað út fýra øki í Danmark at útbyggja havvindorkuna. Verkætlaninar eru bæði í Norðsjónum og í Eystrasalti.
Tá hesar útbyggingar gerast veruleiki fara tær at tvífalda verandi havvindorku. Danmark hevur leingi gingið á odda innan grøna orkuskifitð og her ikki minst tá talan er um varandi orku frá vindmyllum á landi og til havs.
Nýggja samtakið við Ørsted og CIP, sum eru tey við flestu royndum á havvindorkuøkinum, ætlar at fara í gongd sum skjótast og miðjar ímóti, at tær fýra havvindorkuætlaninar gerast veruleiki í 2027 og 28. Tær skulu so stuðla uppundir tær verkætlaninar, sum danski staturin hevur sett í gongd á havvindorkuøkinum og harvið hjálpa til at røkka málinum at minka CO2 útlátið í 2030 við 70%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald