Uttanlands

Stórbilafeløg umhugsa at leggja saman

Tveir av heimsins størstu bilframleiðarum, japonsku Honda og Nissan eru í samráðingum um at leggja saman.

2024-12-23 19:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir m.a. eftir stóru kappingini á elbilaøkinum, sum hevur kolvelt vanligu bilasøluna. Hóast hesi bæði so vælkendu japonsku bilframleiðararnir hava verið kappingarneytar leingi, so gera broytingar og umstøðurnar á bilamarknaðinum tað neyðugt at minka um útreiðslur um somu tíð sum bilframleiðarar leggja um til elbilar.

[object Object]

Verður álvari gjørdur av samanlegging millum størstu bilaframleiðararnar í Japan so fer samanlagdar fyritøkan triðstørsta í heiminum skrivar Reuters. Tá verða einans Toyota og Volkswagen størri. Eisini bilaframleiðarin Mitzubitsi

Ein orsøkin til ætlanina at leggja saman eru tíðindini um, at Nissan hevur stórar fíggjarligar trupulleikar og at 9000 starvsfólk fara at verða søgd upp. Eisini hjá størsta bilaframleiðaranum Volkwagen er talan um stórar sparingar vegna hørðu kappingina, og har verða eisini túsundtals starvsfólk søgd upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder