Innanlands

Stórur áhugi fyri fjarhita í Havn

Fjarhitafelagið fær altsamt fleiri fyrispurningar frá fólki, sum vilja hava fjarhita. Áhugin fyri fjarhitanum er nógv øktur seinasta hálva árið

2022-12-20 11:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Fólk skriva ella ringja dagliga til Fjarhitafelagið fyri at frætta nærri um fjarhitan, og nær møguleiki kundi verið at bundið í fjarhitanetið, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Hann sigur, at økti áhugin fyri fjarhitanum er komin í kjalarvørrinum á hækkandi olju- og orkuprísum sum heild, ið tóku seg upp, eftir at Russland leyp á Ukraina.

Hetta seinasta hálva árið er áhugin fyri fjarhitanum øktur nógv.

- Bæði einstaklingar, eigarafeløg og umboð fyri grannaløg venda sær javnan til okkara, tí tey hava áhuga fyri at binda í fjarhitanetið, og eisini tí tey ynskja sær eina grøna orkuloysn. Eg haldi man kan siga, at orkustevnan, Ósvart, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fyrst í november, eisini skumpaði undir áhugan fyri fjarthitanum, greiðir Hans Christian Dam frá.

Fjarhitaleiðingin strekkir seg frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla til Hoyvíkar, oman gjøgnum Gundadal, miðbýin og víðari út í Vesturbýin. Næsta byggistig er at knýta fjarhitanetið á Argjahamri upp í restina av fjarhitaskipanini.

- Høvuðsleiðingin, sum hesi seinnu árini er løgd gjøgnum býin, hevur við sær, at nógv grannaløg nú hava lættari atgongd til fjarhita, tí teinurin frá einum býarparti ella grannalagi til høvuðsleiðingina er vorðin lutfalsliga stuttur, staðfestir Hans Christian Dam.

Hann vísir kortini á, at tað er ein fortreyt, at 70-80 prosent av einum býarparti ella grannalagi skulu binda seg til at brúka fjarhita, um tað skal loysa seg at leggja fjarhitan út í slík íbúðarøki.

Umleið 1.700 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Tíðindaskriv frá Fjarhitafelagnum


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder