Ukraina tekur uppaftur álopini á russisk oljureinsiverk, boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá.
– Avmarkingarnar (á álopini) eru ólgildaðar. Nú er tað liðugt, sigur hann við miðilin Financial Times.
Tað var sunnudagin, at amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði frá, at Ukraina og Russland høvdu gjørt avtalu um sonevnda orkuvápnahvíld, sum hevur við sær, at londini ikki leypa á orkuundirstøðukervi hjá hvørjumøðrum.
Mánadagin segði Zelenskyj tó, at hann visti einki um eina slíka vápnahvíld, men at Ukraina var til reiðar at steðga álopum á oljureinsiverk í Russlandi, um Russland helt sín part av avtaluni.
USA hevur lagt trýst á Ukraina fyri at fáa landið at gevast at leypa á russisk oljureinsiverk, tí at álopini, sambært Trump vóru orsøkin til dieseltrot.
Zelenskyj sigur, at Ukraina ikki leyp á russisk oljureinsiverk í tríggjar dagar, men at Russland helt á at leypa á ukrainskt orkuundirstøðukervi.
Pavel Malkov, guvernørurin í russisku Rjasan-landslutinum boðar í morgun frá, at ukraina hava lopið á eitt oljureinsiverk við dronum, og at eldur er kyknaður í reinsiverkinum.
Tað er russiski olju- og gassrisin Rosneft, sum eigur oljureinsiverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald