- Dagurin í dag er ein stórur dagur fyri Fjarhitafelagið og fjarhitabrúkarar, tí tvær týðandi útbyggingar í fjarhitaskipanini eru nú lidnar. Vit fáa aftur avlopshita frá Sundsverkinum, eftir at útbyggingar hava verið á verkinum, og Vesturbýurin er endaliga knýttur í fjarhitaskipanina. So er her stór orsøk at fegnast, staðfestir Tróndur Sigurðsson, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.
Formaðurin er serliga fegin um, at við hesum er eitt útbyggingartíðarskeið við tyngjandi oljuútreiðslum farið afturum.
- Vit hava nú eitt nógv betri grundarlag at menna fjarhitaskipanina víðari, tí stórar høvuðsleiðingar eru lagdar. Næsta stóra takið er at fáa Hamaran á Argjum upp í skipanina, og tað eru vit í gongd við, sigur Tróndur Sigurðsson.
Sleppa avaftur við stórar oljuútreiðslur
Hesi bæði seinastu útbyggingarstigini hava við sær, at oljuútreiðslur fyri fleiri milliónir krónur um árið seinnu árini, meðan útbyggingarnar eru farnar fram, nú hvørva úr aftur fíggjarætlanini hjá Fjarhitafelagnum.
- Talan hevur verið um oljunýtslu, meðan avlopshitin frá Sundsverkinum ikki hevur verið í skipanini, og olju til upphiting av Vesturbýnum, meðan vit hava arbeitt við at knýtt Vesturbýin endaliga í fjarhitaleiðingina, greiðir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum frá.
Í Vesturbýnum er talan um stóra bygningar – t.e. Glasir, Skúlin á Fløtum, Skúlaheimið, Bónus, høvuðsskrivstovan hjá SEV, íbúðarbygningarnir við Landavegin og Musikkskúlin.
Nógv meira avlopshiti frá Sundi
Umbyggingin av Sundsverkinum hevur við sær, at væl meiri avlopshiti nú fæst frá nýggju motorunum á Sundsverkinum.
Seks stórir oljuketlar eru partur av fjarhitaskipanini, og teir hava verið brúktir, meðan ymisku økini í skipanini hava verið bygd út og knýtt saman.
- Nú er bert oljuketilin á Argjahamri virkin, men hann verður steðgaður, tá ið vit hava knýtt Hamaran upp í skipanina. Eftir tað hava oljuketlarnir bert leiklutin at vera ein eykatrygd, um okkurt brek tekur seg upp í skipanini, sigur Hans Christian Dam.
Hann leggur aftrat, at tað er altíð eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhitaleiðingar, men at nógv er vunnið, tá ið rørini eru komin at liggja sum ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum.
Umleið 1.700 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina. Elfelagið SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald