Uttanlands

Stórur ivi um Iran kjarnorkuavtalu

Amerikanski uttanríkisráðharrin heldur endurnýggjan av kjarnorkuavtalu við Iran er ósannlík

2022-09-14 13:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir samráðingar í eina tíð, har róð hevur verið framundir, at ein nýggj avtala við Iran um kjarnorku var ávegis, verður nú mett, at hon hongur í einum klønum tráð. Skulu vit trúgva amerikanska uttanríkisráðharranum, Blinken, so verður neyvan undirskrivað nøkur avtala í bræði. 

Tað var annars í 2018, at táverandi amerikanski forsetin Donald Trump tók USA úr avtaluni, sum harvið datt á gólvið. Síðani hevur nýggi forsetin roynt at fáa gongd á aftur samráðingarnar saman við sínum sameindu. Henda samráðing var komin so mikið langt, at vónir vóru fyri at gera eina nýggja avtalu fyri kortum. Nú tykist so at verða vent í holuni. Avtalan varð annars gjørd í 2015.

-Iran tykist ikki vilja góðkenna tað, sum er neyðugt fyri at fáa eina avalu, og landið heldur fram at koma við nýggjum krøvum í samráðingunum, sum gera, at ein avala er minni sannlík í hvussu er nú, sigur Blinken, sambært World Oil heimasíðuni. 

Tað hevur gingið striltið hjá IAEA,  International Atomic Energy Agency og tess 35 limum at fáa nóg nógv innlit í kjarnorkuvirksemið í Iran. Kunningarkluftin gerst bara størri og størri, men vónað verður framvegis, at Iran fer at vera meira opið um tess virksemi. 

Iran er í ferð við at ríka iran, sum mett verður kann verða brúkt í arbeiðinum at menna eina kjarnorkubumbu, tó at Iran sigur, at hetta er til sivil endamál. 

Bæði USA og onnur lond hava sagt seg ganga við til at loyva iranskari olju at koma á aftur marknaðin, men vilja hava trygd fyri, at landið harvið steðgar ríkanini av urani. 

Umboð fyri IAEA siga, at sum støðan er í løtuni, hevur Iran onga orsøk til at vraka uppskotið, sum liggur á borðinum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder