Á morgni vitjaði svenski ES-ráðharrin Jessika Raswall í Húsahaga saman við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum. Tey vóru sera áhugað í tiltøkunum, sum sett eru í verk fyri at náa málinum um 100% burðardygga elorkuframleiðslu á landi í 2030 skrivar SEV á síni heimasíðu.
Við á fundinum var eisini Martin Edlund, stjóri í Minesto, sum greiddi frá spennandi verkætlanini við sjóvarfalsorku.
Seinnapartin týsdagin fekk SEV vitjan av gott og væl 160 fólkum, sum vóru í Føroyum í sambandi við tema ráðstevnuna hjá Norðurlandaráðnum. Tey blivu víst runt á battarístøðini á Sundi og fingu frágreiðing um, hvussu skipanin virkar, og hví tað er neyðugt við stabiliserandi tøkni fyri at fáa meira gagn av vindorkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald