Innanlands

Sunda kommuna: Fleiri bygningar skulu hava grøna orku

Eisini skulu fleiri løðistøðir setast upp í kommununi næsta ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-19 18:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunda kommuna hevur arbeitt við at leggja fleiri bygningar um til jarðhita.

Millum annað hava kommunuskrivstovan, barnagarðurin við Kráir, barnagarðurin við Stórheygg og aðrir smærri bygningar fingið jarðhitaskipan, og ætlanin er at leggja aðrar bygningar hjá Sunda kommunu um til grøna orku, skrivar kommunan.

Fyrst í komandi ári fer vinnu- og umhvørvisnevndin at raðfesta hvørjir bygningar skulu leggjast um til grøna orku.

Eisini hevur kommunan arbeitt við at fáa løðistøðir upp.

Í 2023 eru tvær støðir komnar upp - ein í Hósvík og ein uttanfyri læknamiðstøðina við Norðskála - og í 2024 skulu tvær løðistøðirafturat setast upp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder