Í sambandi við eina norðurlendska ráðstevnu um havið, vitjaði svenska sendikvinnan fyri havið, Anna Lindstedt orkustøðina hjá svensku fyritøkuni Minesto í Vestmanna nú um dagarnar. Undir vitjanini varð gjørt greitt, hvønn týdning sjóvarfalsorka av hesum slagnum kann hava fryi framtíðar orkuveitingina og orkumiksið og hvussu frammaliga svensk tøkni er á hesum økinum.
Saman við Catarina Hedar, sum er ovasti fyri Swedish Agency for Marine and Water Management og Water Management og Carl Rosén, stjóri í Ráðharraráðnum fyri Enterprise og Innovation, vitjaði Anna Lindstedt orkustøðina hjá Minesto í Vestmanna, har svenska fyritøkan saman við SEV ger royndir við sjóvarfalsorku á orkustøðini Dragon 4. Hetta skrivar Cision PR Network við Minesto sum keldu.
-Sum sendikvinna fyri havið hava eg til uppgávu at verja heimsins høv og eggja til varandi orkuframleiðslu í høvunum. Høvini líða í hesi tíð undir avleiðingunum frá verðurlagsbroytingunum, men høvini kunnu eisini vera loysnin til veðurlagsbroytingarnar. Hetta við serstøkumatliti til grøna orku, har vit hava møguleika at framleiða 40 ferðir meira orku úr høvunum enn vit gera í dag. Tí er tað sera hugaligt at síggja, at Svøríki kann stuðla uppundir og vera leiðandi innan orkutøkni til havs við tí endamáli at troyta varandi orkumøguleikarnar har, sigur Anna Lindstedt.
Martin Edlund, stjóri í Minesto sigur, at tey eru sera fegin um at bjóða áhugaðum íleggjarum og øðrum at síggja nýggjastu tøknina hjá Minesto roynda í Vestmannasundi. Ein tøkni, sum vónandi skjótt eisini kann brúkast aðrastaðni í heiminum.
Anna Lindstedt sigur sera vera fegnan um, at ein svensk fyritøka kann vera við til at skunda undir málið hjá føroyingum at sleppa undan at brúka fossil brennisevni innan 2030. Hetta er ein fyrimynd fyri alt tað norðurlendska samarbeiðið sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald