Hetta sigur svenski veðurlaghs og umhvørvisráðharrin Romina Pournokhari sambært svenskum miðlum. Við hesum tiltaki skal kjarnorkan verða við til at tvífalda um streymframleiðsluna fram móti 2045.
-Stjórnin sær ferin, at nýggj kjarnorkuverk svarandi til í minsta lagi 10 vanlig kjarnorkuverk verða tikin í nýtslu í 2030 og 2040 árunum, sigur ráðharrin.
Svøríki hevur í dag eina umhvørvislóg, sum sigur, at tað skulu vera í mesta lagi 10 kjarnorkuverk í landinum. Hetta skal broytast sigur stjórnin og vísir á, at verandi avmarkingar leggja forðingar í vegin fyri nútíðarinnar meting av kjarnorku.
Ráðharrin sigur, at kjakið í Svøríki seinastu ártíggjuni hevur skatt menningina av kjarnorku, um somu tíð sum onnur lond hava ment tøknina.
Kjarnorka hevur leingi verið umrødd sum ein bæði gagnlig orkuveiting og øvugt. Hon hevur einki útlát og er tí góð fyri umhvørvið. Og hon krevur ikki eins nógv pláss sum sól- og vindorka. Men hinvegin framleiðir hon radioaktivt burturkast, sum er skaðiligt fyri bæði menniskju og náttúru, verður tað ikki goymt forsvarliga.
Annars avgjørdu sviar við eina fólkaatkvøðu í 1980, at landið skulu stigvíst sleppa sær av við kjarnorkuverkini. Nú hevur pípan brádliga fingið eitt annað ljóð skulu vit ganga eftir tí, sum konvervativa stjórnin ætlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald