Uttanlands

Sviar geva grønt ljós til meiri kjarnorku

Ein meiriluti í svenska Ríkisdegnum samtykti í vikuni at traðka á kjarnorkuspeedaran

2025-05-23 14:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað skulu byggjast fýra nýggj kjarnorkuverk. Hetta skrivar Ingeniøren. Í hesum sambandi fer svenski staturin at lata góðar 200 mia. kr. í láni. Aftrat hesum verður lagt upp til, vegna dýrkan og meirútreiðslur, at lánið frá statinum kann gerast tvífalt so stórt. Ein læra, sum longu er gjørd í sambandi við kjarnorkuverk í bæði Fraklandi og Bretlandi.

Haraftrat fer svenski staturin at lata eitt statsveðhald. Tað var annars ein lítil meiriluti í Ríkisdegnum, sum atkvøddi fyri útbygging av kjarnorkuni, so ein nýggj stjórn eftir valið í 2026 kann koma at broyta avgerðina skriva miðlar.

Í dag verður umleið helvtin av streymnýtsluni í Svøríki framleidd á teimum trimum eftirverandi kjarnorkuverkunum. Svøríki hevur dúvað uppá kjarnorku síðani 1970.

Í Danmark hevur annars kjak tikið seg upp um at fara undir at byggja kjarnorkuverk. Stjórnin hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikan at fara undir kjarnorku, sum verður mett at vera nógv bíligari enn útbygging í t.d. havvindorku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder