Fyri at fáa størri part av vindorkuni í meginøkinum til høldar, er neyðugt við útbyggingum av netinum, umframt aðrari tøkniligari útgerð so sum synkronkompensatori og battarískipan sigur SEV í tíðindaskrivi
![]()
Á Sundi er SEV nú í gongd við at seta eina battarískipan og ein synkronkompensator upp í høllini, sum er bygd til endamálið. Hettar er fyrsta verkætlanin av hesum slagnum í meginøkinum, og komandi árini skulu fleiri tílíkar skipanir setast upp, til tess at lofta allari vindorkuni, sum er komin og eftir ætlan kemur komandi árini.
![]()
Øll útgerðin er nú komin til landið, og battaríhøllin er innilokað. Synkronkompensatorin er komin undir tak í battaríhøllini, meðan bingjur við battaríum standa uttanfyri enn.
![]()
Arbeiðið er nakað seinkað, men arbeitt verður nú á øllum mótum. Articon ger bygningin lidnan, Install stendur fyri el-innleggingini, Demich ger HVS arbeiðið og Tangavirkið ger arbeiðið við at føra tungu útgerðina inn í høllina.
Tá øll útgerðin er komin uppá pláss, verður farið undir at installatiónsarbeiðið, sum væntast at vera liðugt móti sumri. Væntandi byrjar royndarkoyring í heyst.
Battarískipanin er 12,5 MW við goymslukapasiteti á 12,5 MWt. Synkronkompensatorurin er 15 MVAr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald