Uttanlands

Tesla yvirhálað av kinverska BYD

Hóast framleiðslan av Tesla bilum vaks meira enn væntað, so hevur kinverska bilmerkið BYD yvirhálað heimskendu amerikonsku elbilafyritøkuna.

2024-01-02 21:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendi í seinasta ársfjórðingi í fjør skrivar E24.no. Sambært hagtølum yvir bilasøluna seldi Tesla 484.507 bilar í seinasta ársfjóðringi í 2023. Mánadagin kunngjørdi kinverska fyritøkan BYD, at hon seldi 526.000 bilar um somu tíð.

Fyri alt árið 2023 vórðu seldir 38% fleiri bilar ella í alt 1,85 mió. skrivar Tesla í eini fráboðan.  Hóast tølini yvir samlaðu bilasøluna síggja betri út hjá BYD, skrivar Bloomberg, at Tesla stendur seg betri á partafelagsmarknaðinum. Her stendur Tesla seg eftir øllum at døma betri í kappingini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder