Innanlands

Thor Omega sigldi á flótibrúgv

Veitingarskipið var á veg úr Hammerfest tá tað rendi á. Eingin stórvegis skaði var

(Skíggjamynd: VG)

(Skíggjamynd: VG)

2022-07-24 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veitingarskipið Thor Omega sigldi í gjár á eina flótiflúgv í Hammerfest í Norðurnoreg.

VG, sum vísir eina videoupptøku frá hendingini, veit at siga, at skipið var á veg út úr havnini í Hammerfest, tá tað av einari ella aðrari orsøk sigldi á eina flótibrúgv sum fleiri bátar lógu við.

Norska løgreglan upplýsir fyri miðlinum, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini og materielli skaðin var ikki stórur.

Thor Omega er bygt í 2008.

VG hevur roynt at fingið samband við Thor um eina viðmerking, men tað hevur ikki eydnast. Vit hava í dag eisini roynt at fingið eina viðmerking frá reiðarínum, men tað hevur heldur ikki eydnast okkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder