Svenka Greta Thunberg setti saman við tíggjutúsundtals mótmælisfólkum sín dám á Glasgow bý í gjár og fara uttan iva at gera tað aftur í dag, tá roknað er við 50.000 mótmælisfólkum í høvuðsgøtunum í býnum.
Mótmælt var at COP26 fer als einki at flyta í arbeiðinum at steðga veðurlagsbroytingum. Ráðstevan er longu miseydnað segði høvuðsrøðarin Greta Thunberg, sum hartaði bæði stjórnir og politikarar fyri ikki at taka veðurlagsstøðuna í álvara.
Hon brúkti aftur vendingina, ið hon hevur brúkt nú í fleiri býum, at alt er “bla bla” tvs. at talan er bara um tóm og einkisigandi orð og ikki um ítøkiligar gerðir til frama fyri eini reinari og liviligari jørð.
-Okkum tørvar at minka um útlátið í stundini og ikki bíða longur. Valdsharrarnir liva í sínum boblum við teirra dreymum um ævigan vøkstur, um somu tíð sum eldur bókstaviliga er í heiminum.
Roknað verður við nýggjum mótmælisgongum ikki bert í Glasgow men kring heimin í dag. Mótmælisfólkini hava ikki álit á mongu stjórnarleiðarunum, sum luttaka á COP26 og siga, at einki fer at spyrjast burtur úr ráðstevnuni.
Thunberg segði m.a. um ráðstevnuna, at hon er ein "two-week long celebration of business as usual and blah, blah, blah" to "maintain business as usual" and "create loopholes to benefit themselves”.
Hon legði aftrat, at ráðstevnan er ein roynd at grønvaska øll tey, sum standa fyri útláti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald