Innanlands

Til ber at søkja um orkuískoytið um mánaðarskifti

Familjur við lágari inntøku kunnu í ár fáa orkusíkoytið á 10.000 krónur. Tað ber til at søkja um tvær vikur, staðfestir Sirið Stenberg eftir fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen 

Í svarinum í løgtingini greiddi landsstýriskvinnan frá, at tað vóru viðurskifti í skipanini hjá Almannaverkinum, sum hava havt við sær, at tað higartil ikki hevur verið møguligt at søkja um serliga orkuískoytið. Tað er ein partur av skattalættanum hjá samgonguni til lág- og miðallønt (Mynd: Sverri Egholm)

Í svarinum í løgtingini greiddi landsstýriskvinnan frá, at tað vóru viðurskifti í skipanini hjá Almannaverkinum, sum hava havt við sær, at tað higartil ikki hevur verið møguligt at søkja um serliga orkuískoytið. Tað er ein partur av skattalættanum hjá samgonguni til lág- og miðallønt (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-15 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast lógin um orkuískoytið á 10.000 krónur til familjur við lágum inntøku er komin í gildi, so ber enn ikki til at søkja um serliga ískoytið, og hetta hava fleiri fólk gjørt vart við.

Nú er tó greitt, at hetta verður skjótt. Eyðgunn Samuelsen setti í dag landsstýriskvinnuni í almannamálum ein ófráboðaðan fyrispurning um málið.

- Eg haldi, at tað er alt ov lítið fokus á tey, ið bara hava fólkapensjónina og samhaldsfasta at liva fyri. Samgongan hevur gjørt nakrar batar, og orkuískoytið er ein liður í hesum. Tí setti eg landsstýriskvinnuni í almannamálum, Sirið Stenberg ein fyrispurning um málið, sigur Eyðgunn Samuelsen 

Sirið Stenberg svaraði tingkvinnuni úr Javnaðarflokkinum, at tað um tvær vikur fer at bera til at søkja serliga orkuískoytið til familjur við lágari inntøku. Hetta er um mánaðrskifti februar-mars.

Í svarinum í løgtingini greiddi landsstýriskvinnan frá, at tað vóru viðurskifti í skipanini hjá Almannaverkinum, sum hava havt við sær, at tað ikki hevur verið møguligt at søkja um serliga orkuískoytið. Hetta skal loysast í seinnu hálvu av mánaðinum.

Lógin um orkuískoyti er ein partur av skattalættanum hjá samgonguni til lág- og miðallønt. Ætlanin tryggjar, at familjur við lágari inntøku eisini fáa lut í lættanum. Orkuískoytið verður galdandi í trý ár, og í 2024 er upphæddin 10.000 krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder