Innanlands

Tingmaður spyr um grønan avsláttur frá SEV

- Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at avslátturin til hitapumpur og elbilar verður minkaður niður í eina helvt í 2028 og tikin av í 2030

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm um avsláttur frá SEV til grønar prísir

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur sett landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm um avsláttur frá SEV til grønar prísir

2024-03-06 10:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Henda skrivliga fyrispurningin um grønar prísir frá SEV hevur tjóðveldistingmaðurin  Erling Eidesgaard, sett landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm.

Hann spyr so eisini landsstýriskvinnuna, hvat hon heldur um, at 3.000 húski síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli?

Og hann heldur fram við spurningi sínum: -Ætlar landsstýriskvinnan at skipa so fyri, at avsláttur av el til hitapumpur og elbilar heldur fram og verður lagdur í eina fasta legu?

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Erling Eidesgaard m.a.:

-Fyri at fáa nýtsluna flutta frá olju og bensini til el, samtykti Løgtingið 17.desember 2018  eina  lógarbroyting,  ið  gav  landsstýrisfólkinum heimild  at góðkenna,  at  SEV lækkaði elprísin upp í 40 oyru per kwt uttan meirvirðisgjald fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar.

Í  samsvari  við  lógarbroytingina  lækkaði  SEV  prísin  til  hitapumpur  og  elbilar.  Ein fortreyt fyri at fáa lægra prísin var tó, at setast skuldi upp ein serligur, sokallaður, grønur málari. Talan er um íløgu, sum liggur millum 10 og 20 túsund krónurfyri hvørt húski.

Á heimasíðuni hjá SEV stendur nú at lesa: “Skipanin við lægri prísi til hitapumpur og elbilar  verður  ætlandi  broytt,  soleiðis  at  avslátturin  minkar  niður  í  helvt  í  2028,  og verður tikin av í 2030.”

Erling Eidesgaard vísir á, at umleið 3.000 húski hava gjørt íløgu í tann grøna málaran. Hetta eru stórar íløgur fyri einstaka húsarhaldið, og samanlagt fyri samfelagið er talan um eina íløgu uppá ímillum 30 og 60 milliónirkrónur. Avtøkan  av  lægra  prísinum  máar grundarlagið  undan  grøna  málaranum,  ið  uttan avslátturin fer at hava sama prís, sum vanligi málarin, sum hann hongur við síðuna av.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder