Mintra er eitt kent felag, sum millum annað veitir elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Fleiri av teimum stóru sjóvinnufeløgunum og orkufeløgunum sum t.d. Equinor brúka tænastuna frá Mintra. Tað er serstakliga í Norra og Englandi, at felagið er virkið, men tað hevur eisini skrivstovur aðrastaðni.
Tað er føroyska Tjaldur, sum er størsti eigari í Mintra, saman við stóru norsku familjufyritøkuni Ferd, sum er næst størsti eigari.
Samstundis sum hálvársúrslitið er framlagt, boðar Mintra frá, at tað hevur keypt eitt svenskt felag innan somu vinnu. Uppkeypið av hesum felagnum verður fíggjað við at heinta pening inn í felagið gjøgnum keypsskálan. Upphæddin er 110 milliónir norskar krónur.
Í fráboðanini til keypsskálan stendur, at teir báðir størstu eigararnir í Mintra, nevniliga Tjaldur og Ferd, veita vissu fyri hvør sínum 55 milliónum norskum krónum, um tað skuldi gjørst neyðugt.
Við uppkeypinum fær Mintra 70 nýggjar altjóða kundar afturat, og væntar, at hetta fer at seta enn meira ferð á menningina av felagnum.
Tá ið Tjaldur og Ferd fóru inn í felagið fyri hálvum øðrum ári síðani, bleiv sagt í børsfráboðanini, at tey fóru at taka ein virknan lut í felagnum, og menna felagið enn meira, saman við leiðsluni í Mintra.
Tað er Rúni M. Hansen frá Tjaldur, sum er nevndarformaður í Mintra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald