Uttanlands

Tørvur á 30.000 oljuarbeiðarum komandi fimm árini

Vinnan er ávegis til at fara frá at vera ein oljuídnaður burturav til at vera ein breiður orkuídnaður.

2018-08-28 10:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller á ONS, Stavanger

Í Norra rokna tey við at hava tørv á nærum 30.000 nýggjum starvsfólkum í olju- og gassvinnuni í árunum frá 2018 til 2022. Ein kanning, sum granskingarstovnurin IRIS hevur gjørt, vísir, at tað fer at vera brúk fyri millum 24.000 og 28.000 fólkum í oljuvinnuni komandi fimm árini

”Frágreiðingin frá IRIS vísir, at stórur tørvur verður á at seta nýggj starvsfólk í kolvetnisvinnuni framyvir. Hetta eru góð tíðindi fyri tey, sum hava valt sær eina realfakliga ella tøkniliga útbúgving, sigur stjórin í Norsk olje og gass,” Karl Eirik Schjøtt-Pedersen.

Ringu tíðirnar í vinnuni eftir prísskædlið hava annars havt við sær, at 48.000 arbeiðspláss í oljuvinnuni eru horvin vísir sama kanning.

"Annars henda stórar broytingar í vinnuni. Fólk eru noydd til at góðtaka, at arbeiðið í oljuvinnuni er ikki tað sama longur. Mátin at arbeiða uppá er grundleggjandi broyttur eitt nú vegna nýggju arbeiðsmentanina, har lægri kostnaður verður raðfestur ovast. Norska oljuvinnan leggur annars stóran dent á nýtsluna av nýggjari digitalari tøkni,” sigur Karl Eirik Schjøtt Petersen, stjóri í Norsk olje og gass. 

Hann vísir á, at tað alla tíðina verður hugsað um at minka um útlátið av CO2 í vanligu olju- og gassframleiðsluni. M.a. verður arbeitt við at taka burtur ”klimagassini” úr norska nátúrgassinum. Tá ber til at selja hydrogengass, sum einans letur út í umhvørvið vatndamp.

"Vinnan er ávegis til at fara frá at vera ein oljuídnaður burturav til at vera ein breiður orkuídnaður, har tað verður arbeitt javnbjóðis við olju, gassi, sól og vindi. Og fyri at røkka hesum máli tørvar okkum vælútbúgvin og kvalifiserað arbeiðsfólk,” sigur stjórin í Norsk olje og gass.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder